Politikkur

Lesarabræv frá Bergun Kass

...

2015-07-20 15:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nýhugsan!

Eldraøkið!

Frælsið at velja, ávirkan á egnar liviumstøður og meira tíð saman við sínum nærmastu?

Tað vísir seg at vera ein felags fatan millum fólk, at eldri vilja verða heima sum longst og at lívið á ellisheimi ikki er tíðarhóskandi og ynskiligt.

Kann orsøkin vera, at vit ikki seta øll segl til ??? fyri at fáa fólk at trívast?

Er spurningurin ikki skipan av viðurskiftum og um lívsinnihald, umsorgan, tilknýti og næstringasambond?

Eldrarøkt flutti seg, frá at vera ein uppgáva hjá familju í nærumhvørvi, til eina almenna uppgávu.

Ávegis eru viðurskiftini lagað til av:

Politikkarum

Kommunumørkum

Fíggjarkørmum

Stjórum

Dagligum leiðarum

Starvsfólkum

Fagfelagum

Arkitektum

o.ø.

Hesi hava øll sett sítt fingramerki á ???produktið eldrarøkt???, og við allari virðing fyri fyrisiting, fakbólkum og servitan, so kunna vit spyrja - fingu tey eldru tað, tey ynsktu?

Kundi hugsað mær eldraøkið ???javnað við jørðina??? og hugsað av nýggjum.

Kundi hugsað mær arbeiðsbólkar mannaðar av eldri og viðkomandi politikara/fakbólki, sum í felag viðgera økið heilt av nýggjum, frá sjúkufyribyrgjan og rehabilitering, til bústaðir og røkt. Við støði í tí ymiskleika tað er, at vera gamal.

Eisini úr tí sjónarhorni, at síggja nýggjar avbjóðingar og nýggjar møguleikar í privatum og sjálvbodnum regi, sum supplerandi til verandi ella vanliga tankagongd eldraøki viðvíkjandi.

· Skal búplássið vera í heimbygdini ella nærri børnunum?

· Kunnu eldri, lesandi og onnur vera í somu íbúðareind, til gleði og gagns fyri hvønn annan?

· Kunnu øki verða sett av á heimum til flytfør arbeiðspláss, so avvarðandi kunna arbeiða og vera saman við sínum eldru ávís tíðarskeið?

· Meira daginnihald?

· Og so framvegis .........

Hetta eru bara nakrir tankar. Tað hevði verið hugaligt at fingið endurskoðan og nýhugsan á breddan og kreativitet og fjølbroytni eisini til gleði og gamans, har øll, eldri og avvarðandi, hava tað so gott sum møguligt, sum longst.

Bergun Kass

Framsókn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder