Gott kvøld, øll somul
Ljósið skein bjart á okkara leikarar í kvøldarmyrkrinum í Pireus. Ákoyringarnar høvdu verið harðar. Smátjóðin Føroyar í fótbóltslandsdysti móti fyrrverandi evropameistaranum, Grikkalandi. Vánirnar vóru vánaligar.
Lættast hevði verið at ypt øksl og góðtikið tað, sum øll væntaðu. At vit vóru ov smáir. Ikki nóg dugnaligir. At vit høvdu ongan møguleika.
Men okkara lið í bjarta ljósinum vildi prógva ??? fyri sær sjálvum, fyri okkum og fyri heiminum - at teir vóru betri enn tað, onnur søgdu. Hóast onnur høvdu mist trúnna, so trúðu teir, at teir kundu vinna. Og við stríði og treysti prógvaðu teir tað.
***
Fyri øll tey, sum skapa óvæntað úrslit, sum tryggja framgongd, sum bjóða teimum stóru av, gongur hetta aftur: Dirvi, vilji og trúgv á, at tað ber til. Tá ið mótburður rakar okkum, kunnu vit leita fram eina styrki, sum vit í gerandisdegnumikki geva gætur. Eina styrki, sum vit ikki eru varug við, eru vit mótleys og bara góðtaka tað, onnur halda um okkum.
Ein av lívsins treytum er, at lívið lagar seg ikki eins lagaliga hjá øllum. Lagnurnar eru ymiskar, og hyggja vit at, hvussu ymisliga mótgongd verður býtt út á menniskju, kann tað tykjast beinleiðis órættvíst.
Men tað er ikki mótgongdin, sum er avgerandi. Tað snýr seg um hugburðin, tá ið brekkan er brøtt.
***
Ein julidag fyri stívliga hundrað árum síðan varð eitt gentubarn borið í heim á Kirkju í Fugloy. Gerandisdagurin var strævin, og eins og onnur børn mátti lítla gentan hjálpa við arbeiðnum so skjótt, hon var so mikið birg.
Men bara 8 ára gomul misti hon mammu sína. Tey sjey systkini vórðu send ymsa staðni út til skyldfólk at vera. Eingin ivi er um, at hetta tók einari lítlari smágentu dygt. Hon kundi fallið í fátt. Men tað gjørdi hon ikki. Tvørturímóti gjørdist hon undangongufólk. Tann lítla gentan var Malla Samuelsen. Í ár eru 50 ár liðin, síðan hon sum fyrsta kvinna tók sæti á løgtingi.
Malla Samuelsen var ein kyndil í stríðnum fyri at bøta um korini hjá konufólkum í Føroyum. Hóast eingin kvinna áður hevði sitið í løgtinginum, hóast kvinnur ikki vóru hildnar at kunna vera politikarar, og hóast atfinningarnar helst hava verið nógvar, helt hon á, tí hon vildi, og tí hon hevði álit á tí, hon hevði sett sær fyri.
***
Á minnisvarðanum hjá mæta vinnulívsmanninum Eileri Jacobsen stendur høgt í grót: ???Tann, ið bara hyggur at skýggjunum, kemur ongantíð at sáa, Tann, ið bara hyggur at vindinum, kemur ongantíð at heysta.???
Í Føroyum hevði lítið verið gjørt, um skýggj og vindur skuldu forðað okkum. Baldruta veðrið heldur herðir okkum. Tað var tað, sum vit sóu í Pireus. Hetta, sum evnaði áræðið, viljan og trúnna hjá Mallu Samuelsen. Hjá Páli Joensen. Hjá Arna Vatnhamar. Hjá Njáli Djurhuus. Og hjá teimum eldsálunum, sum hóast mótburð gera mun. Gera øðrum og øllum samfelagnum mun.
***
Hetta sama sæst eisini aftur í okkara vinnulívi. Fleiri av okkara størstu fyritøkum hava havt viðrák seinastu árini. Soleiðis hevur tað kortini ikki altíð verið. Fyri fáum árum síðan vóru somu fyritøkur í svárastu trupulleikum. Í truplastu tíðum vóru tað áræði, vilji og trúgv á framtíðina, sum fingu fyritøkurnar á føtur aftur.
Hetta minnir okkum á, at vit sum oftast kunnu velja. Eisini tá ið tað sær svart út. Vit kunnu seta okkum hendur í favn, gevast á hondum og geva øðrum skyldina - ella vit kunnu bretta uppum armar, bjóða av og fáa sum best burturúr.
***
Á okkara harðbalnu oyggjum er stutt millum fjals og fjøru, millum fong og fiskaloysi, millum ódn og logn. Tað er eisini stuttmillum djúpa búskaparkreppu og blómandi framgongd.
Men nú grør aftur um gangandi fót. Fólkatalið er vaksið. Arbeiðsloysið er lágt. Bruttotjóðarúrtøkan veksur. Fleiri arbeiða í privata vinnulívinum. Samlaðu lønargjaldingarnar og skattainntøkurnar vaksa, og útflutningurin er stórur. Føroyingar hava tíbetur arbeitt seg burtur úr búskaparkreppuni, sum framvegis tyngir londini uttan um okkum.
Næsta heyst skulu vit aftur á løgtingsval. Men politikkur skal snúgva seg um meira enn næsta løgtingsval. Samgongan hevur sett sær fyri at fáa javnvág á fíggjarlógini í 2016. Tí er týdningarmikið, at vit duga athalda aftur.
***
Og framtíðin sær tíbetur ljós út. Vit hava í 2014 hoyrt fyrsta grátin frá fleiri nýføddum børnum enn undanfarin ár. Føroyskar kvinnur eiga flest børn í Evropa. Okkara størsta uppgáva er at skapa okkara børnum eitt land, sum hevur nógvar møguleikar.
Vit síggja, at fleiri lesa í Føroyum. Tað er gleðiligt, tí eitt vælútbúgvið, arbeiðssamt og framskygt fólk er lykilin til framgongd, og høga burðartalið ger sítt til, at vit nú eru fleiri fólk í Føroyum. Fleiri flyta eisini heim aftur, og tey, sum flyta av landinum, fækka.
Í 2014 eru 600 fleiri fólk enn í 2013.Tað fegnist eg um.
***
Í sambandi við avbjóðingarnar í okkara fólkasamanseting verður eldra ættarliðið eisininevnt. Tað harmar meg, at vit javnan hoyra um sokallaðu »eldrabyrðuna«. Tað gráa gullið við sínum kunnleika, vitan og virðum verður gjørt til eina byrðu. Hetta mugu vit broyta, tí hvørt ættarlið hevur sítt at geva.
***
Vit eiga at vanda okkum um orðini. Vit eiga øll at hugsa um, hvussu vit tala um land okkara og fólk okkara. Í gerandistalu. Í miðlunum. Á netinum. Í løgtinginum. Og bæði tíðindafólk og vit politikarar hava eina serliga ábyrgd. Vit menniskju eru so ymisk. Sjálvur eri eg bráður av lyndi og havi onkuntíð tikið munnin ov fullan. Men sjálvt í heitum kjaki við ídnastu mótstøðufólk eiga vit at vísa virðing og orða okkum hóvliga.
Vit vita jú, at betri er bøtandi hond enn spillandi tunga.
***
Vit eiga tíbetur nógvar bøtandi hendur her á landi. Hendur, ið veita linna og hjálp. Hendur, ið skapa og byggja. Hegnigar hendur.
***
Og eisini á uttanríkispolitiska pallinum hava vit havt gott handalag.
Vit hava fingið góð úrslit, og tey hava vit fingið, tí tjóðin stóð saman. Trýstið var hart, og atfinningarnar nógvar - eisini frá stórveldinum ES. Men vit stóðu ímóti og kravdu okkara rætt, og vit hava nú fingið eitt rættvísari býti av fiskastovnunum í norðurhøvum. Føroyski landgrunnurin er vaksin, og vit eru vorðin ein sjónligari leikari á altjóða pallinum. Umheimurin er farin at varnast, hvat vit hava at bjóða. Vit hava nú betri samband við okkara høvuðsmarknaðir, og beint fyri jól skrivaðu vit undir fríhandilssáttmála við Turkaland og granskingarsáttmála við ES.
***
Men vit hava í ár eisini merkt sviðan av spillandi tungum. Atfinningarnar uttan úr heimi vóru hvassar, og mótstøðan merktist, tá ið fólk í hópatali komu higar at forða grindadrápi.
Men vit hava rætt at drepa grind. Vit gagnnýta grindahval á burðardyggan hátt. Og vit fara ikki at lúta fyri bólkum, ið brúka lygnir og lógarbrot sum amboð.
***
Einki bendir á, at herferðirnar fara at halda uppat, og avvarðandi myndugleikar búgva seg nú til næsta tørnið.
Men samstundis, sum vit vilja verja okkara lógarfesta rætt at drepa grind, so byggir okkara samfelag á nakrar rættargrundreglur. Skúgva vit talufrælsi og rættartrygd til viks, so fer okkara tryggi grundvøllur at ridla.
***
??ti í heimi síggja vit ótryggleikan.
Í Peshawar fóru børn í skúla sum okkara børn. Tey fóru til roynd í desember sum okkara børn. Tey kýttu seg at minnast alt, sum lærarin hevur lært tey, júst sum okkara børn. Men tey komu ongantíðheim aftur til foreldrini, tí yvirgangskroppar lupu á skúlan og myrdu tey.
Vit síggja óndskap í verki og ófatiligar ræðuleikar.
***
Ongantíð áður í nýggjari tíð hava fleiri flóttafólk flýggjað. Ongantíð áður hava vit sæð so ráan óndskap á netinum og á sjónvarpsskíggjanum. Og ongantíð áður hava so nógvar bønandi hendur toygt seg ímóti vesturheiminum.
Tíðin er búgvin til eitt orðaskifti um, hvør okkara leiklutur á humanitera økinum skal vera.
Tað er okkara skylda at veita medmenniskjunum hjálp. Vit byggja okkara grundvøll á kristin virði. Í Mattheusar evangeliinum stendur: ???Eg var svangur, og tit góvu mær at eta; eg var tystur, og tit góvu mær at drekka; eg var ókunnigur, og tit hýstu mær.???
Spurningurin er, um vit áhaldandi bara kunnu gera okkum dælt av rættindunum í altjóða samfelagnum og ikki taka skyldurnar á okkum.
Tað snýr seg um næstar okkara, sum noyðast at flýggja frá øllum, tey eru góð við, tí kríggj ella forfylging hóttir tey, har tey eiga heima. Eg veit, at avbjóðingin er stór. Eg veit, at fyrireikingarnar bæði eru umfatandi og drúgvar. Men kunnu vit loyva okkum at lata neyðarrópini standa ósvarað?
***
Eg veit, at føroyingar eru hjartagóðir, og fleiri felagsskapir gera eitt megnar sjálvboðið hjálpararbeiði burturi í heimi. Her heima útinna felagsskapir, samkomur og kirkjulið dagliga eitt stórt arbeiði. At hjálpa hvør øðrum er ein partur av okkara siðaarvi, og vit læra okkara børn, at tað er gott at geva.
Í heyst vóru 5000 ???Christmas Child??? skóeskjur sendar úr Føroyum, tá ið føroysk børn lótu fátækum, rumenskum børnum jólagávu. Við nærlagni og umhugsni pakkaðu smáar barnahendur gávulutir í eskjurnar. Okkara børn lótu - og tey fingu eisini. Tey lótu smáar gávulutir og fingu tilvitskuna um, hvussu vælsignað vit eru, og hvussu ússalig kor onnur hava. Vit eiga ikki at taka okkara góðu kor fyri givið.
***
Góðu tit øll!
Eitt kvøld sum í kvøld leita tankarnir víða. Onkur hugsar um skyldfólk og vinir í fjarskotnum londum. Onnur hugsa um síni kæru, sum ikki eru ímillum okkum longur. Harrin styrki tykkum, ið sita eftir við sorg og sakni, og hann veiti tykkum troyst.
Eitt kvøld sum í kvøld taka vit samanum og hugsa, hvussu árið hevur verið.
Rukku vit tí, vit settu okkum sum mál?
Avrikaðu vit nóg mikið?
Hjálptu vit teimum, ið høvdu tørv á okkum?
Avrikið hjá landsliðinum novemberkvøldið í Pireus minnir okkum á, hvat vit megna, hava vit viljan og trúnna. Virka vit í felag. Hjálpa vit hvør øðrum.
Eitt orðafelli er,at ???sama um tú trýrt, at tú megnar, ella tú trýrt, at tú ikki megnar - so fært tú rætt???.
Latið okkum í árinum, ið nú kemur, minnast ta styrkina, okkum er íborin. Latið okkum framhaldandi tora at trúgva upp á møguleikan. Og latið okkum hjálpa hvør øðrum fram á leið, tí hvør einstakur okkara er ein virðismikil og týðandi partur av felagsskapinum.
Gott nýggjár. Gud signi tjóð okkara, Føroyar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald