2016-07-08 10:06
Lerkur er nú sum nýggjur, hann hevur verið í Peterhead í Skotlandi í 3 vikur, har fyritøkan PBP-Service (Peter Bruce) hevur sandblást, metaliserað og málað skipið.
Nú eru bert smá arbeiði eftir at fáa frá hondini - væntandi fer skipið úr Peterhead til Føroyar týsmorgunin.
Frá reiðaríðnum - Faroe Origin - verður sagt, at teir eru sera væl nøgdir við arbeiðini, sum eru gjørd í Peterhead, har fleiri av skipunum hjá Faroe Origin hava verið til umvælingar í ár - tíðarætlanin hevur heildið fyri øll skipini.
Skipini hjá Faroe Origin hava nú øll tann bláa litin, nú er virkið í Runavík eftir at mála, tað skal hava sama lit sum skipini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald