Mentan

Lektiukafé og lektiuhjálp

...

2015-02-27 00:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Lektiukafé og lektiuhjálp

Lektiukafé er á Býarbókasavninum mánadag-hósdag kl. 18-21. Sum nakað nýtt er nú eisini lektiuhjálp tveir dagar um vikuna.

Tað er 19 ára gamla Ida Meitil, sum tekur sær av lektiuhjálpini. Ida bleiv studentur í 2014 og hevur royndir sum lektiuhjálpari í m.a. støddfrøði, enskum og donskum. Ida er at hitta í lektiukaféini mánadag og mikudag kl. 1830-20.

Lektiukaféin er innast á niðastu hædd og er serliga ætlað teimum ungu í framhaldsdeild og miðnámi. Tilmelding er ikki neyðug.

Bókasavnið hevur tráðleyst netsamband, orðabøkur, leksika, leinki til ymiskar netgrunnar og mangt annað, ið skal til fyri at loysa eina uppgávu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder