Ítróttur

Leivur metur um dagsins dystir í EFFO-deildini

...

2015-08-23 14:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leivur Frederiksen, sum er ítróttasamskipari í Kringvarpinum metur á heimasíðuni FSF.fo um 22. umfar í EFFO-deildini.

B36 ??? Víkingur 1

Hetta verður buldur og brak, og eg vóni og vænti, at vit fáa ein hin besta fótbóltsdystin í hesum kappingarárinum. Hetta eru tey best spælandi liðini í landinum, og tað eru bara nakrir svipsarar hjá Víkingi tíðliga í árinum, sum gera, at tað ikki er nakað tættari millum teir og B36.

Víkingur hevur rættiliga gott tak á B36 í Gundadali, og er eisini í góðum formi, men tað er torført at tippa ímóti B36 í løtuni.

B36 hevur vunnið sjey dystir á rað við málúrtøkuni 21-3. Hesin er púra opin, og Víkingur bukaði B36 av í Gundadali í Løgmanssteypinum, men formurin hjá B36 og heimavøllurin ger, at tippi ein tepran heimasigur. 2-1 til B36.

AB ??? TB 1
Á pappírinum ein púra javnur dystur, og hesi bæði feløgini eru væl ígongd við at blíva evropameistarar í at spæla javnleik. AB hevur spælt tíggju dystir javnar og TB ellivu. So hví ikki bara taka javnleikin?

Eg vænti at her er munur á motivatión. Hetta er millum síðstu møguleikarnar hjá AB at bjarga sær, meðan TB eftir mínum tykki hevur tryggjað seg í deildini, og somuleiðis skulu tað ov nógv stig til, at teir flyta eg upp eftir á stigatalvuni. Mítt boð: 1-0

NSÍ ??? EB/Streymur 1
Eitt stórt 1-tal. Eg vænti ein stórsigur til NSÍ. Um B36 ikki vinnur dystin móti Víkingi, t.v.s. javnleikur ella sigur til Víking, so hevur NSÍ aftur meira enn ein teoretiskan møguleika at vinna FM. Um NSÍ kemur at stríðast um FM til tað síðsta, so er ikki óhugsandi, at málúrtøkan kann avgera tað. Tað vita NSÍ-ararnir væl av.

B36 vann 5-0 á EB/Streymi, uttan stórvegis hóvasták. Eg vænti, at NSÍ vinnur við fimm ella fleiri málum.

ÍF ??? HB X
HB vísti betri spæl enn teir hava gjørt í nógvum dystum, tá teir vunnu á AB í farna umfari, men tað hevur ikki sannført meg um, at teir eru komnir á rætta kós.

ÍF hevur heldur ikki nógv at reypa av í hesum kappingarárinum. Eg havi ringt við at finna ein upplagdan vinnara, og er gott at kunna seta X-ið.

Her koma mál. 2-2.

FC Suðuroy ??? KÍ 2
KÍ hevur ment seg gjøgnum alt árið, og tað var bara eitt býtt sjálvmál, ið gjørdi, at teir ikki tóku øll stigini, tá teir vitjaðu TB fyri einari viku síðani. Kvaliteturin á KÍ-liðnum er størri enn tann hjá FC Suðuroy, men hetta verður ikki nakar lættur KÍ-sigur, tí FC Suðuroy spælir i løtuni fyri at yvirliva. Freistandi at tippa javnleik, men eg helli til KÍ. 1-2 er eitt gott boð.

Jákup ??sá tippar 22. umfar
NSÍ - EB/Streymur 1
AB - TB 1
ÍF - HB 2
B36 - Víkingur 2
FC Suðuroy - KÍ X

Tróndur Arge tippar 22. umfar
NSÍ - EB/Streymur 1
AB - TB X
ÍF - HB 2
B36 - Víkingur X
FC Suðuroy - KÍ X

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder