Ítróttur

Leivur metur um 24. umfar

...

2014-10-01 01:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: HB ??? Víkingur 2

Fyri fyrstu ferð í nógv ár ??? ja, kanska fyri fyrstu ferð nakrantíð, er HB ikki favorittur í Gundadali.

Avrikini hjá Víkingi í seinastu nógvu dystunum hava verið sera sannførandi, og tey mugu iðra seg nógv í Gøtu og Leirvík, at nógv ???býtt stig??? vórðu lorkað burtur tíðliga í kappingini. Vórðu tey ikki tað, kappaðist Víkingur nú um FM.

Víkingur er tó í ferð við at seta ein feita striku undir, at tað var ikki bara heit luft, tá teir tíðliga í kappingini søgdu seg vilja verða føroyameistarar í ár.

Avrikini hjá HB hava ikki verið sannførandi í seinastuni. 0-1 tap fyri Víkingi í steypafinaluni, 0-1 fyri KÍ, og so megnaðu heldur ikki at skapa nógv í dystinum móti Skála, sum var fyri uttan nógvar leikarar. Tey flestu væntaðu stórsigur til HB.

Hagtølini benda á, at hetta verður ein sera tættur dystur, men við tí forminum, sum Víkingur er í, eru teir favorittar.

??rslit HB ??? Víkingur 2011 ??? 2014:

2014:
HB ??? Víkingur 2-2

2013:
HB ??? Víkingur 3-0

HB ??? Víkingur 1-3

2012:
HB ??? Víkinngur 1-1

HB ??? Víkingur 0-0

2011:

HB ??? Víkingur 1-2

HB ??? Víkingur 2-2

ÍF ??? B36 2
Fótbóltur er eitt løgið spæl. Hevði B36 farið heim aftur við 0-2 tapið í Runavík, ivist eg í, um teir sálarliga høvdu megnað at reist seg til hendan dystin. Støðan hevði tá verið, at teir høvdu tapt tríggjar á rað, uttan at megna at skora nakað mál sjálvir. Nú er søgan ein heilt onnur. Við slíkum comeback, sum teir gjørdu í Runavík, trúgva teir helst, at nú ber alt til.

Her burdi eisini verið munur á motivatión. ÍF tryggjaði sær plássið í deildini við sigri á AB, og hóast teir hava møguleika at røkka UEFA-plássi, er tann møguleikin lítið realistiskur, tí seks stig eru upp til fjórða plássið, og málúrtøkan hjá ÍF er ov vánalig. Hinvegin skal B36 spæla fyri FM.

B68 ??? AB 1
Hetta er eitt slag av finalu fyri B68. Seks stig eru upp til AB á áttanda plássið, og skal lív haldast í vónini, so skal hesin dysturin vinnast. B68 var mest sum avskrivað, men við tveimum sigrum á rað, hava teir enn møguleikan.

Hesin er tó púra opin, og tað er torført at meta um. Áðrenn dystin móti ÍF, sum AB tapti 0-3, høvdu teir fingið tvey góð úrslit á útivølli (2-2 móti Víkingi og 0-0 móti EB/Streymi).

Í slíkum dystum er lættari at vita greitt, hvat man skal. B68 SKAL vinna, AB kann liva við javnleiki. ??rslitini hjá B68 í seinastuni og tað, at teir eru á heimavølli, ger toftamenn til ein marginalan favoritt. Hetta verður ein spennandi dystur.

KÍ ??? Skála 1
Eftir floppið á Toftum skylda KÍ-leikararnir sínum áskoðarum ein sigur. Skála hevur teoretiskan, men ikki realistiskan møguleika fyri at yvirliva, og tí hava teir ikki stórvegis at spæla fyri. KÍ vinnur við tveimum málum.

EB/Streymur ??? NSÍ X
Tvey feløg sum stríðast um síðsta UEFA-plássið. Tað er einki lið, sum er torførari at meta um enn EB/Streymur, tí úrslitini hjá teimum svinga meira enn hjá fólki, sum liva í opnum parlagi.

Seinastu sjey dystirnir: javnleik ??? sigur ??? javnleik ??? tap ??? sigur ??? javnleik ??? sigur ??? tap. Er tað lætt ?

NSÍ kann geva EB/Streymi skarpan gang, men nú vit halda okkum til hagtøl, so má bara staðfestast, at teir enn ikki hava vunnið á nøkrum í topp sjey. Seinast liðini spældu við Margáir endaði tað við 0-0 javnleiki. Eg vænti eisini, at tað verður javnleikur sunnudagin, men hesaferð koma nøkur mál. 2-2 er eitt gott boð.

Leivur Frederiksen



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder