FSF.fo skrivar:
NSÍ ??? FC Suðuroy 1
NSÍ hevur varðveitt tað mesta av sínum fólki, og teir komu eisini væl frá kappingarárinum í fjør, har teir endaðu á einum fjórða plássi. NSÍ vann allar sínar dystir móti feløgunum í niðara endanum í fjør, og tað ger teir eisini til ein natúrligan favoritt móti uppflytaranum. Eg eri tó spentur upp á FC Suðuroy, tí okkurt sigur mær, at teir verða ikki so lættir at syfta. Tað vita vit meira um, tá teir hava spælt nakrar dystir.
EB/Streymur ??? B36 2
EB/Streymur hevur mist heilt nógv fólk frá í fjør, og tað verður tórført hjá teimum móti FM-kandidatinum úr B36. Tað verður spennandi at síggja, hvussu ungu leikararnir hjá EB/Streymi roynast, men tá hugt verður eftir hópunum hjá hesum báðum, so er B36 upplagdur favorittur ??? eisini við Margáir.
Víkingur ??? ÍF 1
Her møtast tvey, sum bæði vilja meira enn í fjør. ÍF skal upp aftur á evropeiskt pláss, og Víkingur fer beint eftir FM-heitinum, og hví ikki tað? Nógv kann broytast upp á nakrar mánaðir, men tað sum teir vístu móti endanum av kappingarárinum í fjør var sera gott. Eg vænti mær ein tættan dyst, men heimavøllurin hjá Víkingi ger, at teir taka øll trý stigini. Eg verið tó ikki bilsin, um hesin endar við javnleiki.
HB ??? AB 1
AB hevur fyri at argað bæði HB og B36 í Gundadali, men eingin gevur teimum ein kjans áðrenn dysturin er spældur, og tað geri eg heldur ikki hesaferð. Enn er munurin stórur á hesum báðum høvuðsstaðarfeløgunum, og tað ger HB til upplagdan favoritt ??? kanska eg má eta alt aftur í meg, men tað vænti eg ikki.
TB ??? KÍ 2
Tórført at meta um hendan dystin. Bæði liðini hava styrkt seg við fleiri leikarum, men fleiri av teimum hava vit ikki sæð í landskappingardysti enn.
Eg ivist í, um eg heldur skal velja javnleikin. Eg tippi ein tepran sigur til KÍ. KÍ hevur styrkt seg væl, men sjálvur haldi eg, at teir mangla nakað í álopspartinum til at kunna spæla TB niður. KÍ hevur nú eitt sera fysiskt lið, og eg kann væl ímynda mær, at teir vinna hendan dystin upp á deyðbólt(ar).
Hetta verður tætt, og eg standi ikki sum kánus, um tað verður javnleikur ella TB vinnur.
Nøkur orð frá einum spámanni
So byrjar eitt nýtt kappingarár, og aftur í ár hevur FSF heitt á okkum ítróttarspámenn, um at koma við okkara boði, um hvussu kappingarárið fer at hilnast hjá teimum tíggju feløgunum - áðrenn tað er byrjað.
Sjálvur haldi eg, at tað hevur ongantíð verið tórførari, at meta um kappingarárið. Eg havi eina hóming av, hvørji fara at kappast um ovastu plássini, men tað er tórførari at meta um, hvørji fara at enda á aftastu niðurflytingarplássunum.
Eg havi býtt feløgini upp í tríggjar bólkar.
Bólkur eitt (topp 3)
B36, HB og Víkingur (1,2,3 frá í fjør) eru í ovasta bólkinum, og tað er ikki so løgið. Tey prógvaðu seg øll í fjør, og tey hava framvegis teir sterkastu hóparnar.
Víkingur byrjaði illa í fjør, men framgongdin var stór, tá teir endiliga fingu tað at rigga. Spælið var hitt besta í Effodeildini, og fleiri leikarar fingu landsliðsboð. Felagið hevur mist ein sera góðan leikara í Halli Hansson, men eg vænti tó, at Víkingur hevur tað, sum skal til fyri at kappast um FM í ár.
Hópurin burdi verið væl samanspældur, og um vit telja, so kann Víkingur næstan manna eitt lið við leikarum sum eru ella hava verið í landsliðshópinum. Afturat teimum eru tveir útlendingar, og so eru eisini góðir ungir leikarar, nakrir teirra vístu sínar dygdir í fjør.
Víkingur er mítt boð upp á FM-vinnaran í 2015.
Verður tað ikki Víkingur, eru mest uppløgdu boðini B36 og HB. Við Arnbirni Hansen á liðnum burdi HB havt garanti fyri fitt av málum. Í hópinum eru nógvir kreativir leikarar, sum helst fara at skapa fitt av málmøguleikum til nýggja áleyparan, og hann plagar at taka av. Søgan sigur tó, at Arnbjørn Hansen hevur tórført við at sleppa undan skaðum, og tað kann verða avgerandi fyri FM-lagnuna hjá HB í ár.
B36 tykist at hava tað best, tá eingin væntar nakað av teimum. FM-heitini í 2011 og í 2014 komu óvart á tey flestu, tí B36 var als ikki millum favorittarnar. Tað eru teir tó í ár. Felagið hevur ein breiðan hóp, og við einum offensivi, sum telur Camara, Hans Paula Samuelsen, Lucasz Cieslewichz, Jákup á Borg og Róald Jakobsen, kann tað blíva tórført at forða teimum í at skjóta mál. Felagið kann stilla við kvalitetsleikarum á øllum plássum, og tí vænti eg, at teir aftur í ár verða millum tey fremstu.
Kanska verður tað í ár, at B36 fyri fyrstu ferð vinnur FM tvey ár á rað? Teir eru eitt gott boð.
Bólkur 2: (nummar 4,5 og 6)
Í miðbólkinum havi eg KÍ, ÍF og NSÍ.
KÍ er mítt besta boð upp á ???svarta hestin í kappingini???. Við nýggja venjaranum, Mikkjal Thomasen, vænti eg, at liðið verður sera væl skipað, og at tað verður tórført at spæla ímóti teimum. KÍ hevur keypt mest inn á defensivu plássunum, og tað kann vísa seg, at teir hava hugsað ov nógv um tann partin.
Evrard Blé er millum bestu miðvallarar í landinum, men er tað týdningarmikið at taka hann inn, tá man hevur Ndende, Atla Danielsen, Henry Heinesen o.a ?
Eg haldi, at KÍ manglar ein góðan álopssinnaðan leikara afturat, áðrenn teir ordiliga kunnu kappast um ovasta plássið. Páll Klettskarð er skaddur, og tað hevur stóran týdning, at hann verður klárur sum skjótast, um KÍ skal kappast í topp trý.
Í øllum førum er talan um kropsliga sterkar leikarar, sum eru komnir í hópin, og tað kunnu klaksvíkingar brúka til sín fyrimun. KÍ er mítt besta boð upp á ein outsidara til FM-heitið.
ÍF var nær við í 2012 og 2013, tá teir endaðu á øðrum plássi. Í fjør endaðu teir á einum sjeynda plássi, men eg vænti meira í ár. Um Clayton Soares og Adeshina Lawal rigga saman, kann tað blíva sera áhugavert at fylgja ÍF.
NSÍ hevði fatur á langa endanum í fjør. Liðið varð mannað við nógvum lokalum leikarum, og teir kláraðu seg betri enn nógv høvdu væntað. Nakað av útskifting hevur verið í hópinum-til tað betra haldi eg sjálvur, men enn eru teir ov stuttir til topp trý, og eg ivist, um teir enda í topp fýra, tí onnur hava styrkt seg meira.
NSÍ fer tó at hava ein fingur við í FM-stríðnum, tí teir eru á teirra degi nóg góðir til at vinna á teimum bestu, og eg ivist ikki í, at teir fara taka stig frá FM-biðlunum.
Bólkur 3 (nummar 7, 8, 9 og 10)
Fýra feløg fara í ár at kappast um at sleppa undan niðurflytingini, men eg havi tórført at meta um, hvørji fara niður.
Eg vænti tó, at tað eina felagið verður EB/Streymur. Samanborið við kappingarbyrjan í fjør hevur felagið mist 10-11 leikarar, sum høvdu kvalitet til at byrja inni. Felagið hevur ikki fingið stórvegis inn fyri teir, men lat okkum nú síggja, um ungu menninir gera mínum spádómi til skammar.
AB er felagið sum fegið vil stabilisera seg í deildini. Argjamenn eru á rættari kós, og eg vænti, at tað fer at eydnast teimum aftur í ár. Tað kann tó skjótt blíva tórført ??? tí uppflytararnir hava styrkt seg væl. Eitt minus hjá AB er, at teir ikki hava allar leikarar tøkar frá kappingarbyrjan, og tað kann órógva.
Uppflytararnir TB og FC Suðuroy hava styrkt seg. Mest markanti styrkurin var, tá FC Suðuroy skrivaði sáttmála við Høgna Madsen. Enn vita vit ikki, hvussu fleiri av hinum leikarunum eru fyri, og tí er tað tórført at meta um, hvussu tað fer at ganga hjá uppflytarunum hesaferð. Eg vænti tó, at antin TB ella FC Suðuroy fara at klára tað.
Eitt boð upp á stigatalvuna, tá 27 umfør eru spæld:
1.Víkingur
2.B36
3.HB
4.KÍ
5.ÍF
6.NSÍ
7.AB
8.TB
9.FC Suðuroy
10.EB/Streymur
Tróndur Arge tippar 1. umfar
HB-AB 1
EB/Streymur - B36 2
NSÍ - FCS 1
TB - KÍ 2
Víkingur - ÍF 1
Jákup ??sá tippar 1. umfar:
NSÍ-FC Suðuroy 1
HB-AB 1
EB/Streymur-B36 2
Víkingur-ÍF 1
TB-KÍ X
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald