Ítróttur

Leivur metir um EFFO-deildina

...

2016-03-11 10:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Leivur Frederiksen, ítróttarredaktørur í Kringvarpi Føroya, metir her um dystirnar í 2. umfar í EFFO-deildini, sum verður spælt um vikuskifti.

Fleiri kunnu kappast um FM

Eg vænti mær eina spennandi kapping í ár. B36 er favorittur, soleiðis er tað bara, tá man hevur vunnið FM tvey ár á rað. Men tað er als ikki upplagt, at tað verður eitt hattrikk til havnafelagið. Eg haldi, at Víkingur, NSÍ og KÍ hava hópar, sum ikki standa nógv, um yvirhøvur nakað, aftan fyri tann hjá B36.

Hasi fýra feløgini, vænti eg, fyri fyrst, verða tey, sum fara at kappast um ovastu plássini. Men tað er ongantíð smart at avskriva HB, so tað geri eg heldur ikki. Teir hava mist nógv rutinerað fólk, men lat okkum líka síggja, hvat teir ungu klára. Eg haldi enn, at teir eru nakað aftan fyri hini fýra, sum eg havi nevnt.

ÍF hevur ein góðan hóp, men har vóru tíverri ov nógv ting í fyrsta dystinum móti B36, sum mintu meg um ÍF í fjør. Tað er alt ov tíðliga at siga, hvussu tað fer at ganga hjá fuglfirðingum, men skal tað ganga væl, má skil koma á verjupartin, og onkur spælari má taka dirigentpinnin, so leiðsla og ábyrgd verður tikin á vøllinum.

TB-liðið hevur fingið nýtt fólk, og eg má síggja meira til TB, áðrenn eg tori at siga, hvar eg vænti, at teir enda. Sum upplagdan niðurflytara dugi eg ikki at síggja tvørámenn, og tí hugsi eg, at tað verður onkustaðni millum nummar 6-8.

Skála, haldi eg, hevur styrkt seg rætt. Tað er ongantíð lætt at vera uppflytari, men felagið hevur fingið sær rutinerað fólk á týdningarmikil pláss. Skála hevur eisini frammanundan nakrar spennandi, lokalar leikarar, og eg vænti, at tað verður nokk til at halda seg í deildini. Tað verður tó tungt í byrjanini, tí teir hava torførar dystir.

Mínir favorittar at fara niður eru enn B68 og AB. Men lat meg endiliga fara skeivan av hesum, tí so verður kappingin góð. B68, sum næstfremsti uppflytari, er ein natúrligur favorittur til eitt av teimum keðiligu plássunum, og so hevur AB aftur í ár skift nógv út í hópinum, og í løtuni haldi eg, at tað eru í øllum førum átta feløg, sum eru sterkari enn AB.

Eitt boð upp á endaligu stigatalvuna:

1.B36
2.Víkingur
3.NSÍ
4.KÍ
5.HB
6.ÍF
7.TB
8.Skála
9.AB
10.B68


2.umfar

Skála ??? B36 2
Eg vænti ikki, at hetta verður so lætt hjá B36, sum tað kanska sær út til at verða á pappírinum. Skála hevur eitt væl mannað lið, og teir vóru ikki langt frá at leggja seg á odda 2-0 í Gøtu. Gjørdu teir tað, høvdu teir vunnið ella fingið javnleik. Nú eru teir á heimavølli, og tá føroyameistarin kemur á vitjan, er ikki neyðugt at motivera nakran.

B36 vísti seg tó at vera óhugnaliga effektivt frá byrjan. Teir fingu nógv burtur úr sínum álopum ímóti ÍF, og tað er eitt stórt pluss, at Lukasz Cieslewicz og Róaldur Jakobsen eru so væl fyri frá byrjan. Afturat teimum kunnu Jógvan Skeel Nolsøe og Sebastian Pingel eisini avgera dystin. Offensivu dygdurnar hjá B36 avgera dystin. Eg vænti 0-2 ella 1-2.

HB ??? Víkingur X
Bæði liðini komu væl frá byrjan í fyrsta umfari. Serliga HB má fegnast nógv um trý stig í Runavík, tí tað er eingin ivi um, at har fara nógv lið at missa stig. Víkingur greiddi sína skyldu og vann á uppflytaranum av Skála, og fekk tí endiliga ein góða byrjan.

Var hesin dysturin í Gøtu, hevði eg sett Víking at vinna, men tað kann blíva trupult móti HB í Gundadali, sum hevur fingið sjálvsálit frá sigrinum í Runavík. Tað eru eisini nøkur ár síðan, at Víkingur vann á HB í Gundadali (2013). Bæði liðini kunnu liva við javnleiki, og tað er mítt boð.

KÍ ??? NSÍ X
Tað eru nógvir dystir, ið lukta av javnleiki hetta umfarið, og hetta er eisini ein av teimum.

Lítið skilir hesi bæði liðini.Eg vænti mær mál, men tá 90 minuttir ??? og tað, sum er lagt afturat, er farið, hava tey skotið líka nógv.

Hagtølini stuðla eisini einum javnleiki. Trý ár á rað er dysturin millum hesi bæði endaður við javnleiki í Klaksvík.

2015: 3-3
2014: 2-2
2013: 1-1

B68 ??? TB X
Eg fari eisini eftir javnleikinum her. TB skal hava stig her, so teir ikki standa eftir við ongum eftir tvey umfør. B68, vænti eg fyrst og fremst, fer at organisera seg væl og leggja seg eftir umstillingum við skjótum fólki í álopspartinum. TB kemur helst til Svangaskarð við nøkunlunda sama taktikki, og tí vænti eg mær ikki so nógv mál. 1-1 er eitt gott boð.

ÍF ??? AB 1
Vit eru enn tíðliga í kappingini, men um ÍF ikki vil endurtaka miseydnaða kappingarárið frá í fjør, so skulu teir hava trý stig her, og tað fara fuglfirðingar eftir ??? eingin ivi um tað. Verjuparturin var eitt vónbrot í dystinum móti B36, men her sleppa teir lættari, tí AB hevur ikki somu álopsdygdir sum B36. ÍF tekur seg saman og vinnur við tveimum málum.

Jákup ??sá tippar 2. umfar
Skála-B36 2
B68-TB X
HB-Víkingur 1
ÍF-AB 1
KÍ-NSÍ X

Tróndur Arge tippar 2. umfar
Skála-B36 2
HB-Víkingur 2
KÍ-NSÍ X
B68-TB 1
ÍF-AB 1



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder