Ítróttur

Leivur: KÍ er favorittur móti 07 Vestur

...

2017-04-08 21:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Leivur Frederiksen, ítróttarredaktørur í Kringvarpi Føroya, metir um dystirnar í 3. umfar í EFFO-deildini.

07 Vestur ??? KÍ 2

Hetta er ein kærkomin dystur hjá KÍ at fáa fyrsta sigurin í landskappingini í hús. Tað er altíð trupult hjá uppflytarum, og soleiðis hevur tað eisini verið hjá 07 Vestur higartil. 0-4 tapið fyri NSÍ sigur nokk ikki alla søguna, tí 07 Vestur mátti spæla uttan offensivar lyklaspælarar. Fáa teir Søren Nielsen og Ken Fagerberg klárar, gevi eg teimum ein møguleika, men eydnast tað ikki, er KÍ millum størstu favorittarnar í hesum umfarinum. Tá tað er sagt, so hevur 07 Vestur søguliga gott tak á KÍ á heimavølli. Í 2013 vann 07 Vestur 2-1 og í 2011 endaðu báðir dystirnir við javnleiki.

Les meira her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder