Ítróttarredaktørurin í Kringvarpi Føroya, Leivur Frederiksen gjørdist í ár besti tipparin á heimasíðuni hjá FSF, tað stendur at lesa á heimasíðuni hjá FSF.
Leygardagin 22. oktober varð seinasta umfar í EFFO-deildini 2016 spælt, og samstundis gjørdist greitt, at Víkingur vann sítt fyrsta meistaraheitið í bestu deildini hjá monnum.
Á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur eisini verið skipað fyri kapping millum tríggjar fótbóltsserfrøðingar, ið allir, á hvør sín hátt, hava sett sín dám á fótbóltsárið 2016.
Teir tríggir, Jákup ??sá, Leivur Frederiksen og Tróndur Arge hava tippað allar dystirnar í EFFO-deildini. Fyrstu trý árini fór ítróttarskrivarin hjá Norðlýsinum avstað við sigrinum, men soleiðis bleiv ikki í ár. Hesaferð varð tað ítróttarredaktørurin hjá Kringvarpi Føroya, Leivur Frederiksen, sum vann - og sigurin var sannførandi.
Endaliga støðan gjørdist, at Leivur fekk 83 stig, Tróndur fekk 77 stig, meðan vinnarin seinastu trý árini, Jákup ??sá, hesaferð endaði aftastur við 75 stigum tilsamans.
Eingin tippaði Víking sum meistara
At sjálvt serfrøðingarnir á heimasíðuni hjá FSF kunnu fara skeivir, sigur rættuliga nógv um, hvussu torført tað er at meta um fótbólt.
Áðrenn kappingin 2016 fór í gongd, skuldu "Serfrøðingarnir" meta um, hvussu endaliga stigatalvan í EFFO-deildini fór at síggja út.
Men sjálvt teir bestu kunnu taka feil. Tróndur Arge, Jákup ??sá og Leivur Frederiksen væntaðu allir, at B36 fór at endurvinna meistaraheitið. Men soleiðis bleiv ikki. ??rslitið gjørdist - sum øllum kunnigt - at Víkingur streyk avstað við FM-steypinum 2016.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald