Klokkan 02.01 í
nátt fekk MRCC boð um at farmaskipið Mykines hevði borið við á ein lítlan bát.
Mykines vendi við beinanvegin og fór at leita eftir bátinum og fann hann. Teir settu so MOB bátin út
og fingu bjargað einum manni av
glastrevjabátinum. Trolarin Bakur var staddur stutt stutt norðanfyri. MOB báturin
setti so enda á skadda bátin, sum fleyt tungt í sjónum. Tað varð so gjørt fast í Bak, men stutt eftir
slitnaði endin úr glasfiburbátinum og báturin sakk. Tað tók
eitt sindur av tíð áðrenn staðfest varð, at tveir mans høvdu verið umborð á bátinum.
Brimil kom nakað
seinni á staðið, Brimil hevur staðið fyri leiðsluni av leitingini. Skipini Bakur, Stelkur, Skorðaberg, Vestmenningur, Mykines, Teistin og Rescue Lív hava verið við í leitingini umframt at tyrlan hevur leitað við FLIR-inum. Veðrið á staðnum er gott.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald