JN

LEINGI LIVI VAKINGART??LINI! - taxabilurin

...

2015-02-17 15:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit kunnu øll hava okkara meining um vakingartól ella ikki, men vit eru noydd at viðganga, at Vestur-Europa, og harvið eisini Danmark, er vorðið eitt stað har ikki einans vanligur kriminalitetur er vaksandi, men eisini tann óhugnaligi og óstýriligi sjálvmorðs terrorkriminaliteturin er ein hóttandi veruleiki, ??? tað var tað, sum vit upplivdu í París í januar og sum vit aftur upplivdu á ??sterbro, Nørreport og Nørrebro um vikuskiftið ??? tvær terroratsóknir í hvør sínum landi, sum høvdu nakað til felags!

Skuggatilveran í Eystur-Europa

Tá føroyingar ferðaðust í Eystureuropa í sjeyti- og áttatiárunum, tosaði man nógv um, at har varð man skuggaður av KGB-mikrofonum á øllum hugsandi støðum, og man helt tað vera ræðuligt, og hugsaði, at soleiðis verður tað aldri á okkara leiðum. Í dag hevur pípan fingið annað ljóð, tí nú er tað ikki longur í fyrrverandi komunistisku londunum, at man verður skuggaður, men heldur her á okkara leiðum, tí kriminaliteturin og terrorin meira og meira seta dagsordanin ??? og talan er ikki einans um mikrofonir, men myndavakingartól við høgari myndagóðsku.

Kjak

Inntil fyri 6 árum síðani vóru eingi vakingartól á almennum støðum í Keypmannahavn, men eftir tiltikna ???HUEDRABET??? á Strøgnum 5. januar 2008, tá tann 19 ára gamli Anton Nije varð brutalt stungin niður, kom nýggjur íblástur í kjakið um vakingartól/ansingartól á almennum støðum í Danmark.

Vakingartól í Danmark

Longu árið eftir, november 2009, hevði løgreglan monterað 34 vakingartól á Strøgnum í Keypmannahavn. Hesi vakingartólini, sum vórðu sett upp fyri 6 árum síðani, vóru tey mest framkomnu á marknaðinum tá.

Í november 2009 stóð hetta at lesa á Sandportalinum: ???Nú eru tey fyrstu tólini av hesum slagnum sett upp á Strøgnum í Keypmannahavn, sum vakja yvir hvørjum feti, ið gingið verður á Strøgnum; og tann, sum ætlar at gera eitthvørt ólógligt kann vera vísur í, at tað er onkur, sum bæði sær og veit, nevniliga løgreglan inni á politigarðinum í Keypmannahavn.??? Brian Mikkelsen, Løgmálaráðharri segði: ???Eg eri sera væl nøgdur. Hetta ger tað lættari at handtaka, stevna og fella brotsmenn??? ??? um vikuskiftið hava vit sanna veruleikan í orðum hansara!

Vakingartólini gjørdu munin

Seinastu 6 árini eru fleiri vakingartól sett upp í Keypmannahavn. Um vikuskiftið upplivdi Keypmannahavn størstu terroratsóknina í fleiri ára tíggir. Ein drápsmaður skjýtur og drepur tveir civilar borgarar og førir skaðar á fimm løgreglufólk, ávíkavist á ??sterbro og Krystalgade inni í miðbýnum - ein hektisk politijagstran byrjaði við tað sama!

Vakingartólini gjørdu munin! Við hesum eyka eygunum, kundi løgreglan fylgja manninum, eftir at hann var farin úr fluktbilinum og tosaði í telefon, har hann eftir øllum at døma hevur biðið um ein taxabil, tí stutt eftir kundi man síggja á vakingartólinum, at ein taxabilur kom og avheintaði mannin. Løgreglan kundi sostatt seta seg í samband við føraran av bilinum, sum kundi siga løgregluni á hvørji adressu á Nørrebro maðurin var settur av.

Av hesi orsøk kundi løgreglan hava eyguni við júst hesi adressuni. Eftir at hava dripið ein jøda í inngongdini til jødisku sýnagoguna í Krystalgade og sært tveir løgreglumenn um míðnáttina føroyska tíð, fer maðurin nakað seinni aftur á adressuna á Nørrebro. Tá løgreglan sær mannin, biðja teir hann steðga, men hann er skjótur at lata skot av móti løgregluni, men løgreglumenninir eru eisini skjótir, og maðurin verður skotin og doyr a staðnum.

Um tað ikki var vegna vakingartólini, sum innringaðu bæði mannin og taxabilin, so hevði tað óivað tikið longri tíð at fanga mannin ??? og møguliga hevði hann fingið stundir at gjørt meiri um seg.

Tú og eg og vakingartólini

Vit vera nokk noydd til at venja okkum við, at tíðin er komin at liva og røra seg í einum fríðum demokratiskum samfelag, har hvørt fet og hvør hanling verður sædd av einum vakingartóli ??? men hann/hon, sum hava reint mjøl í posanum og góða samvitsku, hava onga orsøk at ræðast yvirvakingartólini - men tað kann vera irriterandi hjá einum manni, sum skal afturum ein vegg at kasta sær av vatninum!

Poul JóhanDjurhuus

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder