Vinna

Leiguinntøka gjøgnum Airbnb

...

2017-08-18 12:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Verða hús ella íbúð útleigað gjøgnum Airbnb og tílíkar nettænastur, skal inntøkan av hesum gevast upp við roknskapi, tí talan er ikki um útleigu til bústaðarendamál, t.e. til fastan bústað hjá persóni ella familju.

Inntøkan verður tald saman, og síðan verða útreiðslur drignar frá í tann mun, tær eru knýttar at inntøkuni. Tað merkir, at verða eini hús t.d. leigað út 150 dagar í einum ári, so fæst frádráttur fyri 150/365 av útreiðslunum til el, olju, trygging og líknandi.

??rslitið verður skattað sum vanlig inntøka og kann ávirka skattaprosentið á inntøku tíni annars, tað skrivar TAKS.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder