Vinna

P/F LEIF MOHR fyllir 80 ár í dag

...

2015-07-15 15:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað var 15. Juli í 1935 at Leif Mohr byrjaði elinleggjaravirkið, sum í dag hevur ment seg til samtakið PF. LEIF MOHR og PF. LM ELECTRIC.

PF. LEIF MOHR er søluparturin, sum í høvuðsheitinum arbeiðir út frá teim báðum handlunum á Hoyvíksvegi í Havn og á Kambsdali. Fyritøkan selir í dag alt hugsandi eltilfar til húsahald og skip, umframt hvítvørur úr tí betra endanum til húsarhaldið. Í nógv ár hevur LEIF MOHR selt fulfíggjaðar stórkøks loysnir serliga til stovnar ???ellisheim, skúlaheim, sjúkrahús ??? men eisini størri køksloysnir til gistingarhús. Eitt sum altíð hevur eyðkent virksemi, er evnini til at kunna veita alt eltilfar til kommunur og Landsverk; eisini, í nýggjari tí ,tær meiri serligu og orkusparandi loysnirnar við LED ljóskeldum.Seinastu árini hevur fyritøkan arbeitt miðvíst eftir at menna marknaðarpartin innan ali- og uppísjóvarvinnuna; hetta er í dag ein týðandi lutur hjá LEIF MOHR.

Handverkaradeildin hjá samtakinum er savnað í PF. LM ELECTRIC. Hendan fyritøkan er altíð við tá stórar arbeiðstøkur verða framdar í Føroyum; t.d. útbyggingin av flogvøllinum í Vágum. Í dag er tað LM ELECTRIC, sum stendur fyri el arbeiðnum til høvuðssæti hjá BANK NORDIK og á skúladeplinum í Marknagili.

Hjá PF. LEIF MOHR arbeiða í dag um 20 starvsfólk, harav 1 lærlingur

LM ELECTRIC er kend fyri á útbúgva elektrikarar. ?? dag hevur hendan fyritøkan uml. 50 starvsfólk, harav 20 lærlingar.

Starvsfólkini í samtakinum vóru á hvítusunnu í Edinburgh fyri at hátíðarhalda føðingardagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder