2017-01-09 13:20
Føroya størsta leiðsluráðstevna GLS - The Global Leadership Summit - verður nú fyri 9. ferð í Norðurlandahúsnium 13. og 14. januar. Árliga hava yvir 400 luttikið umframt at 400 ung møtast fríggjakvøldið.
Endamálið við ráðstevnuni er at geva leiðarum íblástur og amboð til at gerast enn betri leiðarar, har teir eru. Fyrilestrahaldararnir hava ymiskar viðkomandi vinnuligar og andaligar førleikar, ið á hvør sín hátt kveikja og bjóða einum av.
Føroyska íkastið í ár verður Jastrid Høj, skúlaleiðari í Frískúlanum Keldan, har hon ma. kemur at greiða frá um leiðsluroyndir og, hvussu ein visjón gerst veruleiki. Eisini verða tónleikainnsløg við Experiment, M.C. Restorff, Martin Joensen, Lisu Frederiksberg o.fl.
??tlendsku fyrilestrahaldararnir eru m.a. Bill Hybels, Stovnarin av Willow Creek í Chicago, Melinda Gates, Varastjóri í Bill & Melinda Gates Grunninum, John C. Maxwell, Leiðsluserfrøðingur og Danielle Strickland, Offiserur í Frelsunarherinum, sakførari og rithøvundur. Hesir verða allir vístir á stórskíggja.
Fríggjakvøldið kl. 21 er møguligt hjá 400 ungum at sleppa við til Ung-GLS. Á skránni verður ein fyrilestur við Albert Tate - umframt tónleikur og framførslur.
Ung-GLS er ókeypis, og ikki er neyðugt við tilmelding ??? men plássið er avmarkað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald