WWW. SETUR.FO skrivar:
Elin Brimheim Heinesen er sett í starvið sum leiðari fyri nýggju Lestrarskrivstovuna á Fróðskaparsetrinum. Elin byrjar í starvinum 1. apríl 2015.
Lestrarskrivstovan er nýggj eind á Setrinum, ið skal savna virksemið, sum hevur við studentar og lestur at gera. Skrivstovan verður bindilið millum fakliga og fyrisitingarliga partin av útbúgvingunum og kemur í hesum at arbeiða tætt saman við útbúgvingarfakfólki, vegleiðarum og deildarskrivstovum.
Elin er útbúgvin cand. mag. við høvuðsgrein í fagurfrøði og mentan frá Aarhus Universiteti við hjágrein í norðurlendskum málum og bókmentum frá Fróðskaparsetrinum. Harumframt hevur Elin eina yvirbygningsútbúgving á bachelorstigi í vinnubúskapi frá Handilsskúlanum í Keypmannahavn.
Elin hevur hollar roynir innan leiðandi størv, bæði í tí almenna og í tí privata vinnulívinum, har hon hevur havt nógvar uppgávur innan fyrisiting, samskifti og marknaðarføring.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald