Ítróttur

Leiðarin á síðulinjuni hevur skyldina

...

2015-01-06 20:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hann nertir ikki bóltin og rennur ikki ein metur. Men eftir teir 90 minuttirnar er tað leiðarin, landsliðsvenjarin, sum hevur skyldina og ábyrgdina.

Hann verður ikki vigaður eftir tølunum í ársroknskapinum, men eftir tølunum á úrslitatalvuni, tá dysturin er lokin.

Lars Olsen, venjari hjá mannslandsliðnum í fótbólti, fer á leiðaradegnum 30. januar at siga frá, hvussu tað er, at vera leiðari, tá úrslitini eru so sjónlig og almenn, og tað í hvørjari stovu sita fólk - mest menn - og meta um hansara leiðsluevni.

Hann skal ikki bara hugsa um kaldar leiðsluteoriir, men kanska enn meiri heitar kenslur í øllum fólkinum.

Og tá talið undir FAROE ISLAND ferð eftir ferð er lægri enn talið hjá hinum liðnum, er tað tá nóg mikið bara at hava verið við? Nær brennur bonkurin undir einum landsliðsvenjara hjá einum liði, sum sjáldan ber sigurin til hús?

Rimmarútisigurin á Grikkalandi kølir venjarabeinkin nakað, men bara til næsta dyst.

Virðini, sum leiðarin er við at skapa, eru virði fyri eitt heilt land. Tað eru ikki virði, sum kunnu setast inn á nakra konto ella skrivast inn í nakran roknskap.

??luva Zachariasen, journalistur, hevur forkunnuga samrøðu við Lars Olsen, landsliðsvenjara, á Leiðaradegnum 30. januar. Tilmelding til leiðaradagin fer fram á www.leidaradagurin.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder