JN

Leiðarin á Infrakervi fer úr starvi

...

2015-05-27 18:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Frá 1. juni at rokna fer Heini Eysturoy frá sum leiðari á Deildini fyri Infrakervi á Landsverki. Til nýggjur leiðari er settur, fara Armgarð E. Steinhólm, leiðari fyri planeindina, og Mikkel H. Frandsen, leiðari fyri rakstrareindina, at leiða Deildina fyri Infrakervi í felag.

Heini, sum er útbúgvin sivilverkfrøðingur á DTU ??? Danmarks Tekniske Højskole ??? í 1993, hevur verið í starvi á Landsverki síðani 2003. Seinasta níggju árini sum deildarleiðari á ávikavist Vegadeildini og síðani Deildini fyri Infrakervi.

Landsverk fer í næstum at søkja eftir nýggjum leiðara til Deildina fyri Infrakervi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder