Vinna

Leiðari til Barnaverndartænastuna í Vágum

...

2016-04-27 13:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Søkt verður eftir leiðara/málsviðgera til Barnaverndartænastuna í Vága- og Sørvágs kommunum. Starvið verður sett tann 1. juli 2016

Talan er um eitt avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum. Barnaverndartænastan arbeiðir sambært lóg um Barnavernd og arbeiðið fevnir millum annað um menning av barnaverndarøkinum, málsviðgerð, kanningar og samrøður við bæði børn og vaksin.Harundirat tryggja, at børn, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.

Harumframt er tað eitt sterkt politisk ynski um at styrkjaSSP- samstarviðí Vágum, til tess at fremja felags atgerðir, sum fyribyrgja og minka um fyribrigdi, ið elva til kriminalitet og skaðandi atburð millum børn og ung.

SSP- samstarvið hevur sum mál at byggja upp, brúka og røkja faklig netverk, sum hava fyribyrgjandi og mennandi ávirkan á gerandisdagin hjá børnum og ungum.

Førleikakrøv:
Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava miðallanga útbúgving, sum er viðkomandi í mun til barnaverndarøkið. Harumframt er tað ein fyrimunur um viðkomandi hevur leiðsluroyndir, er sjónligur, týðiligur og motiverandi.
Viðkomandi, ið settur verður, skal vera fleksibul og hava góð samstarvsevnir. Hava virðing, fatan fyri og vilja samstarva við ta politisku skipanina.
Viðkomandi, ið settur verður, skal vera ábyrgdarfullur, miðvísur og kunna arbeiða sjálvstøðugt. Harumframt skal viðkomandi vera jalig/ur og duga at síggja loysnir.

Leiðarin er skrivari í nevndini fyri Barnaverndarsamstarvinum.

Meira fæst at vita

Við at venda sær til Rósu Samuelsen, formann í samstarvsnevndini og Sune Jacobsen, borgarstjóra í Sørvágs kommunu á telefon 794410 og 233200.

Løn:

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og viðkomandi fakfelag.

Umsókn

Saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving, royndum og revsiváttan skulu vera Samstarvsnevndini fyri Vága- og Sørvágs kommunur, Hammerhaimbsvegi 1, 360 Sandavág í hendi í seinasta lagi 19. mai 2016.Setanarsamrøður verða í viku 21.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder