Lýsing

Leiðari til Alvalon

...

2021-07-08 15:22 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sørvágs kommuna søkir eftir leiðara í fulltíðarstarv til dagstovnin Alvalon at byrja sum skjótast

Starvið

Stovnurin er skipaður í vøggustovur og barnagarðsstovur. Í løtuni eru uml. 100 børn í aldrinum 0 ??? 7 ár.

Vit bjóða eitt áhugavert starv, har tú fært møguleika at samstarva við og leiða dugnalig og eldhugað starvsfólk og saman við teimum at seta dám á virksemið í stovninum.

Eftir ætlan verður byrja at byggja nýggja vøggustovu eftir summarfrítíðina.

Vit vænta, at tú:

  • Hevur hug og hegni at leiða, dugir at samstarva og ert fyrikomandi
  • Hevur førleika at taka avgerðir, arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfólki vilt virka fyri einum fjølbroyttum og tryggum gerandisdegi
  • Saman við starvsfólkunum tryggjar trivnað og fakliga menning
  • Leggur dent á gott samskifti við foreldur, avvarðandi, starvsfólki, kommunu og aðrar myndugleikar
  • Hevur telduførleika og lætt við at orða teg munnliga og skrivliga

Leiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Umsøkjarar við leiðsluroyndum og viðkomandi eftirútbúgving kunnu hava ein fyrimun.

Lønar- og setunarviðurskiftir:

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til virkandi leiðara á tlf. 233248 ella teldupost: [email protected]

Umsókn við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skal vera Sørvágs kommunu, Varðagøta 8, 360 Sørvági ella [email protected] í hendi í seinasta lagi fríggjadagin hin 6. august 2021.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder