Lýsing

Leiðari til Alvalon

...

2017-05-29 15:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sørvágs kommuna søkir eftir leiðara í fulltíðarstarvtil dagstovnin Alvalon at byrja 1. august ella eftir nærri avtalu.

Stovnurin er skipaður í vøggustovur, barnagarðsstovur og fríðtíðarskúla. Í løtuni eru uml. 100 børn í aldrinum 0-8 ár og uml. 25 starvsfólk knýtt at stovninum.

Vit bjóða eitt áhugavert starv, har tú fært møguleika at samstarva við og leiða dugnalig og eldhugað starvsfólk og saman við teimum at seta dám á virksemið í stovninum.

Vit vænta, at tú

· hevur hug og hegni at leiða, dugir at samstarva og ert fyrikomandi

· hevur førleika at taka avgerðir, arbeiða sjálvstøðugt og í toymi

· við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfólki vilt virka fyri einum fjølbroyttum og tryggum gerandisdegi

· saman við starvsfólkunum tryggjar trivnað og fakliga menning

· leggur dent á gott samskifti við foreldur, avvarðandi, starvsfólk, kommunu og aðrar myndugleikar

· hevur telduførleika og lætt við at orða teg munnliga og skrivliga

Leiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Umsøkjarar við leiðsluroyndum og viðkomandi eftirútbúgving kunnu hava ein fyrimun.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til virkandi leiðara á tel.: 225404 ella teldupost: [email protected]

Umsókn við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skal vera Sørvágs kommunu, Varðagøtu 8, 360 Sørvági ella [email protected] í hendi í seinasta lagi mánadagin hin 12. juni 2017

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder