Lea Kampmann vaks upp í Keypmannahavn, har hon var uppdrigin við klassiskumtónleiki í heiminum. Í teenageárunum vaks kærleikin fyri sangskrivingini, og spakuligaflutti hon seg frá klassisku verðini til tað rútmisku. Tá Lea var liðug í student flutti honaftur til heimland hennara, Føroyar. Her fann hon inspiratiónina til at skriva enn meir.
Nú gevur Lea Kampmann fyrstu EP sína, Common Blue, út á Tutl Records. Viðbleytari rødd, abstraktum, tó erligum, tekstum og einum atmosferiskum, dream-poppljóðuniversi, breiður Common Blue seg út fyri lurtarinum. Tey fimm løgini flyta segígjógnum evni sum fánaður kærleiki, innari órógv og nærvera millum menniskju, tá teydeila sínar lagnur. Common Blue lýsir marknalandið millum barndómsins gøtur ogframtíðarinnar loyndarmál.
Spæld inn í Bloch Studio, Tórshavn 2016, er ein melankolsk, indie, dreampop EPkreerað. Við íblástri frá fjøllunum, og stillum, gráum døgum miðskeiðis í Altanshavinum,verður innara lívið í ungu listakvinnuni vakt til lívs. Til sjóndar koma fimm innarligirsangir, ið eru knýttir hvør at øðrum, men sum tó hava sítt egna lyndi, styrki og dám.
Blátt er ein lítiðlátin litur. Nostalgisk og full av longsli. Í andstøðuni millum ljós ogmyrkri, leitar hon vónrík eftir friði.Í bláa litinum býr eitt ynski um at fylgja síni innaru rødd. Eitt klossut møti við kærleikan.Ein vón um at læra at vera tann, sum elskar mest. Kenslan av at vera yvirtikin avonkrum ið er størri enn ein sjálvur. At verða blakaður í undirstreymin og royna at berjaseg upp aftur til yvirflatuna, men ikki vera sterkur nokk. Lættin, tá ein bara leturstreymin bera ein á mál. At søkka í felagsbláu órógvina. At kenna at tá órógvin erfelags, ber til at hon broytist til hvíld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald