Politikkur

???Hans Jensen??? er ein skaldsøga!

...

2013-11-19 00:24 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hósdagin 21. november kemur politiska spenningsbókin ???Hans Jensen??? út. Hetta er næsta skaldsøgan hjá Hanusi Samró.


???Hans Jensen??? er ein politisk spenningssøga, ið snýr seg um vinnulívsmannin Hans Jensen, sum er farin til Dubai í arbeiðsørindum, tá túrurin far eina bráða vend. Skal hann selja prinsippini og fara eftir vinninginum ella halda fast við grundhugsjónina, men missa vinningin? Um ætlanin skal eydnast, verður hann noyddur at fáa politisku skipanina við. Spurningurin er, um politiska skipanin vil samstarva, tí Hans Jensen er ikki beinleiðis vinarligur, tá tað kemur til almennu umsitingina.

Brot úr søguni:???Sheikurin skuldi hava nakað afturfyri. Soleiðis var vinnulívið einaferð. Partarnir kundi bara semjast, um báðir fingu burturúr. Tað var hann greiður yvir, men Hans gjørdist ikki sørt bilsin, tá sheikurin greiddi frá treytunum. Maðurin var ikki býttur. Var væl inni í tingunum.

Áðrenn Hans kundi taka støðu til treytina, mátti hann taka whiskey-glasið við og fáa sær fríska luft. Hugsa um tað. Hugsavna seg um avleiðingarnar, tí avgerðin gekk ikki bara yvir virksemi, men hevði stórar avleiðingar fyri framtíðina hjá føroyska samfelagnum??????

Bókin er 424 síður long og kostar kr. 298.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder