Politikkur

???Danskerne har et godt sundhesvæsen, vi vil også have et???.???

...

2015-06-12 00:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyska heilsuverkið hevur verið undir alt ov stórum trýsti alt ov leingi. Orsøkin er væntandi fígging og arbeiðsorka, serliga læknar.

Føroyar eru í dag ríkar sum tjóð. Í høvuðsheitum vegna vøksturin í alivinnuni og uppisjóvarvinnuni. Politisku uppgávuna at umseta hetta ríkidømið til eitt nú eitt nøktandi heilsuverk, hevur samgongan við Sambandsflokkinum á odda ikki megnað.

Havandi í huga, hvussu danir sjálvir seinastu árini hava ruddað upp í veitingum, sum hava elvt til ógagn heldur enn gagn, er tað hugstoytt, at føroyingar vilja niður á Christiansborg eftir enn størri veiting. Ein veiting, sum skal fíggja tað, ið vit sjálvi ikki megnað, vegna væntandi vilja heldur enn møguleikar. Hetta lýsir so sera væl, tað politiska máttloysi, sum veitingar uttanífrá hava við sær.

Eg eri sannførd um, at vit í Føroyum hava náttúru- og menniskjaligt tilfeingi, ríkiligt til at klára okkum uttan ríkisveiting. Politiska uppgávan er at gera tað møguligt. Tí skal fólkatingssessurin ikki brúkast til tað, vit longu hava tikið ábyrgdina av og tað, sum vit megna um vit vilja.

Sessurin á Fólkatingið skal nýtast til viðgerð av teimum málum, sum vit í Føroyum enn ikki hava fullan ræðisrætt á. Fyri Framsókn eru samskiftið og samstarvið við Danmark uttanríkispolitisk mál. Tíverri er tað enn so, at Fólkatingið við jøvnum millumbilum viðger viðurskifti, sum hava beinleiðis ávirkan á Føroyar. Her skulu føroysku umboðini virka fyri, at føroysku sjónarmiðini verða hoyrd og vird.

Viðvíkjandi teimum nýskipanum, sum skulu fremjast her heima, m.a. innan heilsuverkið, eru vit í Framsókn til dystin fús.


Ruth Vang

Valevni fyri Framsókn til fólkatingsvalið 2015

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder