Politikkur

Latið okkum taka sminkuna av fíggjarkørmunum

...

2015-04-10 13:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Røða hjá Kristinu Háfoss, í samband við viðgerð av fíggjarkørmum fyri 2016

Latið okkum taka sminkuna av fíggjarkørmunum

Fyri stuttum gingu børnini hús úr húsi sum grýlur. Hetta var bæði stuttligt og undirhaldandi. Tí børnini kundu hetta kvøldið lata seg í og sminka seg, fyri at skapa ta ímyndina, ið tey ynsktu. Aftanfyri undirhaldandi klæðini og flottu sminkuna vóru tey tó sjálvandi framhaldandi tey sum tey eru.

Skuldu trúð at landsstýrið helt at føstulávint er enn. Tí landsstýrið hevur lagt fyri Løgtingið og Føroya fólk einar fíggjarkarmar, ið eru so væl sminkaðir, at teir nærum ikki eru til at kenna aftur. Hetta hóast vit hava tørv á fíggjarkørmum og búskaparpolitikki, ið lýsa veruleikan og fyrihalda seg til veruligu politisku støðuna. Ikki fíggjarkamar í grýlubúna.

Latið okkum taka sminkuna av fíggjarkørmunum hjá landsstýrinum ??? og varpa ljós á ovurstóra ríkidømið og menningarmøguleikar okkara ??? undir hesi viðgerðini í dag.

Søguliga góðar fyritreytir fyri at venda halli til yvirskot
Men fyrst latið okkum hyggja at søguligu góðu fyritreytunum, ið henda samgongan hevur havt.

· Rentan er søguliga lág, kann helst ikki koma longur niður.

· Oljuprísirnir eru minkaðir ógvusliga, og hava verið sera lágir í mun til undanfarin ár.

· Alivinnan hevur staðið seg søguliga væl. Omanfyri millard í yvirskoti í føroysku alivinnuni.
Altjóða prísirnir á alilaksi hava eisini verið søguliga høgir. Prísvøksturin í 2013 var enntá so stórur, at av búskaparvøkstrinum í Føroyum í 2013 á heili 7,5% metir Búskaparráðið, at helvtin av hesum kom bert frá hækkaðum laksaprísum.

· Og so er tað uppisjóvarvinnan, ið hevur fingið atgongd til søguliga stórar nøgdir av markeli og sild, eins og svartkjafturin eisini er vaksin í nøgd. Samlað sæð er veiðuvirðið økt um 1 mia. kr. seinnu árini, og samlaða virðið økt enn meira, alt eftir hvussu nógv vøran verður virðisøkt.

Tá arbeiðsloysið samstundis bert er gott 3%, so kann av røttum spyrjast - um landið ikki hevur yvirskot í hesum døgum ??? nær so?

Alsamt størri virðir á alsamt færri hondum
Tíverri er støðan hjá landskassanum alt annað enn góð. Hetta er sum nevnt ikki vegna manglandi virðir í samfelagnum. Tvørturímóti. Hetta er hóast sera stór virðir í landinum.
Bara í hesum valskeiðnum, er BT?? vaksin við 2,4 mia. kr. Helst ongantíð áður hevur ein samgonga havt so góðar fyritreytir at venda halli til yvirskot sum nú, men veruleikin vísir, at samgongan hevur ført ein grundleggjandi skeivan fíggjar- og búskaparpolitikk seinastu árini. Hetta við at stuðla undir at landsins virðir savnast á alsamt færri hondum, og harvið ikki koma øllum fólkinum til góðar.

Greining frá Hagstovuni vísir, at ójavnin er øktur.

Greining frá Búskaparráðnum vísir, at øktu virðini seinastu árini eru í nógv størstan mun er komin kapitalánarunum til góðar ??? heldur enn løntakarunum.

Samstundis síggja vit, at heilt fá vinnusamtøk savna í hesum døgum alsamt størri part av landsins virðum og vinnufyritøkum undir sær ??? og á hinari síðuni tíverri eitt stórt tal av fólki undir fátækramarkinum.
??javnin økist og virðir, avgerðir og váði savnast á alsamt færri hondum.
Hetta er ein grundleggjandi skeiv kós.

??rslitið er eisini, at landið ??? hóast søguligu góðu fyritreytirnar ??? í 2014 hevði eitt hall á 230 mió. kr.

Veruliga hallið í 2014 nærum 500 mió.
Hetta er enntá íroknað umleið 260 mió. kr. frá forskattaðum pensjónum. Peningur, ið kemur at mangla í seinni, tá pensjónistar ikki skulu rinda skatt, samstundis sum hesir gerast munandi fleiri í tali.
Tí er sjálvt talið 230 mió. kr. í halli í 2014 í veruleikanum eitt sminkað tal. Tí forskattaðu pensjónirnar eru ikki nýggjar inntøkur, bert eitt lán frá framtíðini. Búskaparráðið vísir í seinastu frágreiðing síni eisini á, at ???ein slík fígging av einum skattalætta er eftir ráðsins fatan tað sama sum ongin fígging???. Skal úrslitið í 2014 samanberast við úrslitið í 2011, áðrenn henda samgongan tók við, og áðrenn farið varð undir at nýta framtíðar pensjónsskattainntøkur, er hallið í 2014 í veruleikanum: 230 mió. + 260 framfluttum pensjónsskatti = nærum 500 mió. kr.
Hetta ber boð um álvarsligar trupulleikar við førda fíggjar- og búskaparpolitikkinum.

Fíggjarkarmarnir sum ???keisarans nýggju klæðir???
Men hóast hetta, so leggur landsstýrið - eins og í søguni um ???Keisarans nýggju klæðir??? - fyri Løgtingið fíggjarkarmar, sum við eitt skulu geva stórt yvirskot. Men ikki fyrr enn eftir eitt val, og ikki fyrr enn nýggj samgonga tekur við. Grundarlagið undir hesum eru ein røð av nýskipanum, ið ein nýggj samgonga skal fremja ??? og seta í verk longu áðrenn 1. januar 2016, fyri at fáa virknað alt árið. Hetta er sera lítið sannlíkt. Samgongan sjhevur havt nærum 4 ár at fremja mongu nýskipanirnar, men hevur ikki framt hesar. Tí leggja samgongan og landsstýrið nakað fram, ið tey lata sum um at tey trúgva, tó at tey vita, at tað ikki verður við teimum í leiðsluni, at hetta verður framt.
Latið okkum hyggja nærri at fíggjarkørmunum, og hyggja at, hvat er undir sminkuni.

Nýggj samgonga skal fremja nýskipanir
Ein av fyrstu setningunum í fíggjarkørmunum er fylgjandi: ???Vit hava framt tillagingar uttan at fremja stórar skerjingar í vælferðini. Landsstýrið hevur í staðin lagt dent á at fremja nýskipanir og spakuliga tillaga raksturin til eitt støði, sum er haldført, uttan at tann grundleggjandi vælferðin kom í vanda.???
Her er rættiliga væl sminkað. Fyri tað fyrsta er ???støðið??? ikki haldført, tað hevur Búskaparráðið nýliga staðfest, einaferð enn, og fyri tað næsta, so hevur samgongan nevnliga ikki framt neyðugar nýskipanir, tí hvørjar nýskipanir eru framdar?

- Innan heilsuverkið ? Nei.

- Innan kommunurnar ? Nei.

- Innan eldraøkið ? Nei. Bert flutt ábyrgdina frá sær út til kommunurnar.

- Innan pensjónsøkið ? Nei. Bert ásett lógartvungið pensjónsgjald og hækkað pensjónsskattin munandi.

- Innan fiskivinnuna ? Nei.

Nýggj samgonga skal venda halli til yvirskot
Ein av næstu setningunum í fíggjarkørmunum er fylgjandi: ???Hetta uppskot hevur eitt avlop (RL??) á 56 mió. kr. í 2016, og næstu 5 árini er samlaða avlopið yvir hálva milliard, og landið kann fara undir at rinda skuld aftur.???

Er hetta nú rætt? Eru hetta ikki eisini sminkað tøl? Latið okkum taka eitt sindur av sminkuni av.
Aftanfyri yvirskipaðu tølini liggja millum annað sparingar í 2016 á:

- 10 mió. kr. miðfyrisitingini. Hóast landsstýrið higartil onki hevur gjørt við nýskipan av miðfyrisitingini. Við uppsagnartíð í huga, er hetta eisini ein óverulig ætlan.

- 11 mió. kr. til útbúgving og mentan. Hóast landsstýrið onki hevur gjørt við nýskipan av fólkaskúlanum.

- nógvar mió. kr., ið skulu sparast í sambandi við pensjónsnýskipan. Talið verður ikki upplýst. Men í fíggjarkørmunum í fjør varð upplýst, at 38 mió. kr. skuldu sparast fram til 2018. Higartil hevur landsstýrið tó onki gjørt við partin viðvíkjandi fólkapensjón og samhaldsfasta.

+95 mió. kr. nýggjar inntøkur frá ali- og fiskivinnuni. Fiskivinnunýskipan skal vera partur av hesum, men higartil hevur samgongan gjørt ómetaliga lítið fyri at røkka á mál við hesi nýskipan.

Hartil eru ein røð av ógreinaðum skerjingum, og samanumtikið eru fíggjarkarmarnir sminkaðir við um 150-200 mió. kr. í ???ógreinaðum sparingum og nýggjum inntøkum???.

Nýggj samgonga skal tryggja komandi ættarlið
Enn ein setningurin, ið tykist ómetaliga sminkaður er fylgjandi: ???Samgongan metir tað ikki at vera rætt at senda hesa rokning víðari til komandi ættarlið. Neyðugt er at halda fast við verandi fíggjarpolitikk næstu árini fyri at tryggja haldføri landskassans.???

Hugsi at hetta má vera skemt. ???Halda fast í verandi fíggjarpolitikk, fyri at tryggja haldførið??? ? . Hetta er júst tað vit ikki mugu gera. Hava landsstýrið og samgongan als ikki lisið frágreiðingina frá Búskaparráðnum?
Búskaparráðið hevur jú gjørt umfatandi frágreiðing, har tað verður greitt og týðiliga staðfest at núverandi fíggjarpolitikkurin ikki er haldbærur, og má broytast um vit skulu tryggja komandi ættarlið. Fyri fyrstu ferð er hetta neyvt útroknað, greinað og prógvað. Hví verður henda frágreiðing ikki endurgivin neyvari?

Eisini hevur Búskaparráðið fleiri ferðir víst á, at framda átakið hjá landsstýrinum at taka framtíðarpensjónsskatt og nýta henda til skattalættar, er tað øvugta av at tryggja haldføri í búskapinum ??? og harvið tað øvugta av at tryggja framtíðar ættarlið. Hví verður onki nevnt um hetta í fíggjarkørmunum?

Landsstýrið tekur ikki Búskaparráðið fyri fult
Búskaparráðið hevur eisini nýliga mett um útlitini fyri 2016, og metir ein BT?? vøksur á 2,2% í 2016 í leypandi prísum. Hóast hetta, so velur landsstýrið at leggja fíggjarkarmar fyri Løgtingið, við øðrum fortreytum. Hví? Í fíggjarkørmunum verður upplýst, at: ???Í fortreytunum fyri inntøkunum verður BT?? í ársins prísum mett at vaksa um 3% í 2016.??? Onki verður sagt um, hví landsstýrið metir øðrvísi enn Búskaparráðið. Er talan um enn meira sminku?

Sminkað inntøkutøl?
Nógv bendir á at so er, tí hyggja vit at fíggjarkørmunum, ið vórðu lagdir fram fyri 2015, og mettu fíggjarkarmarnar fyri 2016 í hesum, og samanbera við tølini, ið nú verða løgd fram fyri 2016, so er sera stórur munur ??? serliga á inntøkusíðuni. Ávísur vøkstur skal væntast, tí nú er 2016 í leypandi prísum - men hví so stórur? Meðan rakstrarútreiðslurnar eru 174 mió. kr. størri ??? vøkstur á 4,2% - so eru inntøkurnar 323 mió. kr. størri ??? vøkstur á 7,3%. Sjálvt um vit taka burtur tær 95 mió. kr., ið landsstýrið hevur lagt afturat í ógreinaðum, nýggjum inntøkuátøkum, so er inntøkuvøksturin fyri árið 2016 brádliga omanfyri 5% í mun til seinast fíggjarkarmar, vórðu lagdir fram. Og hetta hóast Búskaparráðið nú væntar minni vøkstur í 2016 (2,2%) enn í 2015 (2,5%).
Hetta bendir á, at landsstýrið hevur sminkað inntøkutølini.
Sjálvt um tað ljóðar óskyldugt at landsstýrið økir inntøkurnar við 3%, hóast Búskaparráðið metir vøksturin at verða 2,2%, so ger hetta stóran mun. Sum dømi kann nevnast, at um samlaði inntøkukarmurin, ið nú er ásettur fyri 2016 veksur 3% heldur enn 2,2%, so merkir hetta ein vøkstur á 143 mió. kr. heldur enn 105 mió. kr. fylgjandi árið ??? ein munur á 38 mió. kr.

1750 færri løntakarar enn í 2007
Hyggja vit eftir nøkrum av búskaparligum lyklatølunum í árunum 2011-2014, síggja vit ljósglottar, men eisini stórar avbjóðingar. Vit hava framhaldandi um 1750 færri løntakarar enn í 2007. Kunnu tó fegnast um, at talið av løntakarum er hækkað seinastu árini, serliga innan alivinnu, uppisjóvarvinnu og byggivinnuna. Hinvegin er talið av løntakarum hjá tí almenna minkað. Hetta er úrslitið av, at nógvir almennir stovnar ikki hava fingið játtan til lønarvøkstur í fleiri ár, og at onki er latið til prísvøkstur í sera nógv ár. ??rslitið er, at færri hendur eru til fleiri uppgávur. Hetta er eisini tað, ið er at frætta frá heilsuverkinum og almannaverkinum, har nógv starvsfólk gera vart við, at alt ov fáar hendur eru til vaksandi uppgávurnar.

Fleiri eldri, færri ung og fleiri arbeiða uttanlands
Hyggja vit nærri at arbeiðsloysinum, so kunnu vit fegnast um, at hetta er lækkað úr góðum 7% niður í 3,2%. Hetta er tó ikki bert orsakað av, at fleiri størv nú eru innan ali-, fiski- og byggivinnuna.
Síðan fíggjarkreppuna eru samlað um 2000 færri arbeiðsleys, men vit hava bert um 1000 fleiri í starvi. Orsøkin skal helst finnast í tveimum viðurskiftum. Stórir árgangir fara í hesum og komandi árum út av arbeiðsmarknaðinum, og lutfalsliga smáir árgangir koma inn á arbeiðsmarknaðin. Hetta gevur okkum stórar avbjóðingar í framtíðini, og eiga týðandi stig at verða tikin fyri at eggja enn fleiri ungum og barnafamiljum at velja Føroyar. Hví er ongar visjónir á hesum øki at hóma í fíggjarkørmunum?
Hartil er talið av føroyingum, ið starvast uttanlands, men búgva í Føroyum, vaksið í stórum seinastu árini. Lønarinntøkurnar úr útlandinum eru farnar úr um 300 mió. kr. í 2004 uppum eina milliard. Tað er gleðiligt at tað ber til, at starvast uttanlands, og búgva í Føroyum, men hetta gevur nakrar samfelagsligar avbjóðingar. Tí norðurlendskar skattaavtalur tryggja í verandi løtu ikki, at skattainntøkurnar koma til tað landið har viðkomandi býr og brúkar vælferðartænastur, men har viðkomandi arbeiðir. Hetta er ein stór avbjóðing ??? serliga fyri eitt samfelag har so stórur partur starvast uttanlands. Vit eiga tí at virka fyri, at fáa norðurlendsku skattaavtalurnar broyttar, so skattur verður rindaður í tí norðurlendska landinum, ið tú býrt í og brúkar vælferðartænastur í.

Skuldin økt 1,1 mia. og brúkt 1 mia. av framtíðar inntøkum
Fíggjarkarmarnir fyrihalda seg annars ikki serliga nógv til vaksandi landskassaskuldina, og vandan fyri hækkandi rentum. Rentuútreiðslurnar eru enntá ásettar at minka í fíggjarkørmunum komandi árini. Veruleikin er tó tann, at í hesum valskeiðnum (2012-2015) hava hallini samanlagt verið 1,1 mia. kr. Í sama tíðarskeiði hevur landsstýrið brúkt 1 mia. kr. av framtíðar pensjónsskatti. Harvið hevur henda samgongan uppá 4 ár brúkt omanfyri fyri 2 mia. kr. ??? í meðal 500 mió. kr. árliga ??? ið hon ikki hevur havt inntøkur til. ??rslitið er eisini, at bruttoskuldin hjá landinum nú er farin uppum 6 mia. kr.. Hækkar rentan bara 1%, merkir hetta um 60 mió. kr. í øktum rentuútreiðslum, og harvið 60 mió. kr. minni til almennar tænastur. Hugsið tykkum um rentan hækkar 2 til 3%. Hetta er ikki ósannlíkt.
Vit eiga at byrja at rinda skuld, heldur enn at økja skuldina, sum skjótast. Og hetta ber væl til.

Sjálvandi kunnu vit gera tað betri!
Vit eru millum allar ríkastu lond í heiminum. Pr. íbúgva helst tað ríkasta landið í heiminum, um vit bert gagnnýttu okkara tilfeingi til fulnar. Bara fiskiríkidømið er so stórt, at talan um eini 10-12 tons árliga fyri hvørt einasta fólk í Føroyum. Hetta er upp í 1.000 kilo fyri hvørt fólk um mánaðin. Hartil kemur alilaksurin og alt annað tilfeingi okkara ??? ikki minst fólk við stórari vitan.
Síðan 1998 er framleiðsla okkara, BT??, eisini farin úr 7,4 mia. kr. upp í 15,7 mia. kr. Ein vøkstur á 8,3 mia. kr. (leypandi prísir). Okkara BT?? var í 2014 komin upp á heilar 314.000 kr. pr. íbúgva. Hetta er eitt nú meira enn Ísland, sum í 2014 lá á 294.000 kr. pr. íbúgva.

Smátt er gott
Okkara stóra ríkidømi er enntá veruleiki uttan, at vit hava gagnnýtt okkara menningarmøguleikar. Og vit hava ovstórar menningarmøguleikar. Eitt nú fyri nýskipanum av okkara fiskivinnu, miðfyrisiting, almannaverki, heilsuverki, skúlaverki o.s.fr.
Hartil eru vit í alt ov lítlan mun byrjað at gagnnýta, at ???smátt er gott???.
Vit eiga og skulu vísa í verki, at vit kunnu ganga á odda tá umræður støðugt at skipa eitt vælferðarsamfelag soleiðis, at sum mest og best vælferð fæst fyri hvørja krónu.
Um vit við 49.000 fólkum ikki kunnu skjótt og lætt gera tillagingar, og skipa samfelagið fyrimyndarliga ??? hvør skal so?

Ríkar vinnuligar menningarmøguleikar
Vinnuliga liggja eisini ovurstórir møguleikar fyri menning. Bara størri virðisøking innan fiskivinnuna ??? saman við fleiri og betri handilssáttmálum ??? kann geva nýggj milliardavirðir. Hartil liggur stórur menningarmøguleiki í ferðavinnuni, ið kann gerast ein nýggj høvuðsvinna. Í Íslandi hevur ferðavinnan enntá yvirhálað fiskivinnuna. Eisini hava vit møguleikar viðvíkjandi øllum, ið hevur við aling ??? eitt nú á opnum havi og tá umræður tara ??? at gera.
Umframt hetta er Føroyar sum undangonguland innan vælferðarskipanir, maritimar útbúgvingar, og talgilding av samfelagnum, eru upplagd mál at seta sær. So tað er bara at koma í gongd.

Bjartar vónir fyri land og fólk
Havi bjartar vónir um framtíðarútlitini hjá okkara lítla ??? og tó stóra ??? ríka landi og fólki her í Norðuratlantshavi. Vit hava allar fyritreytir fyri, at gerast undangonguland og skapa besta samfelagið ??? bæði nú og fyri komandi ættarlið.

Krevur bert eina stjórn, ið hevur visjónir, og vil og megnar at fremja neyðugu átøkini øllum fólkinum at frama.
Krevur eina stjórn, ið klárar seg uttan sminku.
Krevur nýval og nýggja stjórn.

Á Løgtingi, 9. apríl 2015

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder