Politikkur

Latið okkum byrja við fólkaskúlanum, Erhard

...

2021-11-18 14:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Erhard Joensen, formaður í løgtingsins fíggjarnevnd, vil hava breiðar semjur um politisk mál. Eg sigi bara ja, kom í gongd. Latið okkum byrja við fólkaskúlanum, tí vit eru øll samd um, at okkara børn skulu hava bestu fortreytirnar at læra og mennast.

Tað átti at verið lætt at gera eina breiða semju um neyðugar tillagingar í fólkaskúlanum. Til dømis eru langir bíðilistar til útgreining, men meðan børnini bíða, so ganga tey í skúla.

Í løtuni eru alt ov fáir tímar hjá lærarum at hjálpa hesum børnunum. Tað skapar enn meira strongd hjá børnunum, ið hava tørv á hjálp og eisini hjá hinum børnunum, sum verða ávirkað av støðuni. Ikki minst ávirkar hettaleiðslu,lærararnarog starvsfólk,sum kenna seg hjálparsleys, tá teyikki kunnu veita hjálp til serliga útsettar næmingar.

Vit eru øll samd um, at tá børn og lærarar ikki trívast, so eiga vit at gera broytingar. Ein møgulig loysn er at gera eina breiða semju um eina tvílæraraskipan íflestufloksstigum.Ein onnur møgulig loysn er at geva børnunum ein styttri skúladag og styrkta hjálp til heimaarbeiði í skúlanum.

Sum løgtingslimur vil eg lurta eftir mínum starvsfeløgum og hoyra sjónarmið, sum kunnu takast við í eina endaliga avgerð. Ein breið semja er sjálvandi besta loysnin, so har eru vit báðir Erhard samdir.

Fólkaskúlin er eitt øki, sum tey flestu í politisku skipanini eru grundleggjandi samd um. Latið okkum tí gera breiðar semjur og framtíðartryggja fólkaskúlan, so bæði lærarar og næmingar trívast mest møguligt.

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder