Politikkur

Lat tína atkvøðu gera mun - vel eitt tjóðveldisumboð

...

2015-06-18 01:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Ert tú ein av mongu føroyingunum, ið ynskir, at føroysk áhugamál á Fólkatingi verða røkt av øðrum umboðum enn teimum núverandi? So er valið einfalt. Vel eitt tjóðveldisumboð.

Tí hóast nógvir flokkar eru í at velja, so er veruleikin tann, at til fólkatingsvalið skulu bert 2 umboð veljast. Tað eru tí bert teir 2 flokkarnir, ið gerast allar størstir, ið fáa umboðan.

Tað er tí ongin loyna, at ein atkvøða til smærru flokkarnar vil tí - á ein hátt - fara til ???spillis??? á einum fólkatingsvali.

Samstundis vita vit, at allir teir smærru flokkarnir siga seg vilja virka fyri einum sjálvstøðugum Føroyum. Hetta merkir, at tjóðskaparrørslan er spjadd í nógvar flokkar, og úrslitið kann tí gerast ??? eins og seinasta val - at als onki umboð fyri teir flokkar, ið ynskja einar sjálvstøðugar og sjálvbjargnar Føroyar, verður valt á Fólkating. Hetta gagnar ikki føroyingum og og gagnar ikki føroyskum áhugamálum. Hetta gevur heldur onga meining ??? og so als ikki fyri tey, ið ynskja at Føroyar á Fólkatingi skulu umboðast av øðrum, enn fólkum, ið umboða sambandsflokkar.

Tjóðveldisumboð er einasta alternativ til sambands-ES-umboðini
Veljarakanningar vísa hartil, at Tjóðveldi er einasti flokkur, ið hevur ein veruligan møguleika at vinna eitt av umboðunum frá teimum sambandsflokkum, ið nú hava hvør sítt umboð.

Verandi tvey umboð eru bæði fyri ES-limaskapi og eru bæði ímóti at Føroyar gerast sjálvstøðugt land. ??rslitið er, at onki føroyskt umboð hevur atkvøtt ímóti hækking av blokkinum á Fólkatingi. Eisini hava bæði umboðini brúkt fólkatingsumboðanina til eitt slag av ???kekka-kapping???. Tí tað tykist at hava verið ein kapping millum verandi umboð um, hvør av teimum kann fáa flestar danskar kekkar til Føroya, og harvið eisini gera Føroyar meira bundnar av peningi úr Danmark.
Hetta umboðar ikki føroysk áhugamál og og umboðar ikki føroyingar sum heild.

Tveir valmøguleikar
Valið 18. juni stendur tí í veruleikanum millum tveir valmøguleikar:

1. Vel eitt av valevnum Tjóðveldis, ella

2. Vel - antin beinleiðis ella óbeinleiðis (um atkvøðan fer til ???spillis???) ??? verandi sambands-ES-umboð.

Vit mugu fáa eina føroyska umboðan á Fólkatingi komandi 4 árini, sum røkir áhugamálini hjá øllum føroyingum - heldur enn bert sambands-ES-vongin, sum støðan er í dag.

Latið okkum standa saman um hetta.

Valið er títt.
Valið er einfalt.
Vel eitt tjóðveldisumboð.

Kristina Háfoss
Valevni til Fólkatingið fyri Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder