Politikkur

Lat okkum standa saman um góðu framgongdina í Vága kommunu

...

2016-11-08 13:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Góðu veljarar. Hetta er fyrstu ferð eg eri stillaður upp til eitt kommunuval. Eg visti beinavegin at tað fór at vera torført at fáa atkvøður, tí eg havi onga familju her á staðnum. Men tá eg sá øll dugnaligu fólkini á listanum og tað arbeiði tey hava gjørt seinastu átta árini, ivaðist eg ikk í at siga ja. Tað sum eg kundi gera var at leggja mínar visjónir afturat teimum hjá hinum umboðunum á listanum, so kommunan gerst enn betur at liva í. Millum annað fekk eg við í faldaran, ein ferðaleiðara- og ferðavinnuskúli og ynski um samstarv við hagar um, at krav skal setast um ferðaleiðara til ferðafólk í náttúruni, skelting o.a.

Vinnan: Kannast skal, um møguleiki er fyri at avseta landbúnaðararøki til matvøruframleiðslu. Eg hugsi her um, at man kundi samlað landbúnaðarframleiðsluna í gamla flakavirkinum, sum stendur tómt. Á sama hátt, sum tey hava gjørt við Krás í Hósvík. Tað kundi givið landbúnaðinum her í oynni eitt tiltrongt skump frameftir, og vit á Borgaralistanum eru tey einastu, sum hava tikið landbúnaðin upp á tungu.

Skúli og útbúgving: Hølir við samskiftisútgerð skulu útvegast til fjarlestrardepil til hægri lesnað. ??ll hava ikki pening ella umstøður at flyta til onnur lond, ella bara fara av oynni, at fáa sær útbúgving. Tí er tað umráðandi, at tey kunnu taka sær eina útbúgving her í kommununi, og at skúlin eisini er tøkur til tey, sum koma heim í styttri ella longri tíðarskeið.

Allir næmingar í skúlanum skulu hava svimjiundirvísing. Frá 1. flokki til 10. flokk.

Valevnini á Borgaralistanum eru samd um, at skúlin skal gerast liðugur, tá fíggjarligt rásarúm er fyri tí. Tað er neyðugt, tí enn er skúlin bara hálvur. Og tann helvtin sum manglar hevur allar tær kreativu stovurnar. Tónleikastovur, maskinrúm, træsmíð, sansarúm, jarnsmíð, heimkunnleika, vátrúm og evning og list.

Teir ungu spírarnir, sum gerast íverksetarar, eru okkara framtíð. Tað eru tey, sum trakka ræsurnar inn í framtíðina. Til hetta krevjast umstøður, har tey ungu sleppa at menna teirra kreativu evni.

Sjálvandi hevur vetrarfriðingin stóran týdning, men at gera skúlan lidnan hevur størri týdning. Og tí má skúlin takast framum vetrarfriðingina.

Góðu veljarar: Borgaralistin er tann einasti listin, sum hevur ítøkiligar loysnir á øllum økjum, og ikki sum aðrir listar, har tað er bara er yvirskipaðar setningar við ongum ítøkiligum innihaldi. Lat ta góðu gongdina í kommununi halda fram. Vit hava nú nýggjar barnagarðar, nýtt ellisheim og nýggjan hálvan skúla. Eg ivist ikki eina løtu í, at í seinasta lagi áðrenn átta ár eru farin, hava vit ein lidnan skúla, lægri skatt og hægri frádrátt til barnafamiljur, sum seta búgv í kommununi.

Góðu veljarar: Góðir karmar hava alt at siga fyri trivnaðin, vælferðina og vøksturin í einari kommunu. Setið tí X við eitt av sterku og sera dugnaligu valevnunum á Borgaralistanum, og latið ta góðu framgongdina halda fram.

Vinarlig heilsan

Per Joensen

valevni hjá Lista C

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder