Lat okkum gera íløgur í framtíðina!
Góðu borgarar í Vága kommunu!
Eg eiti Tór Marni Weihe, eg eri 22 ára gamal, og eg stilli upp til býráðsvalið í Vága kommunu á Trivnaðarlistanum.
Eg eri føddur og uppvaksin í Tórshavn, har sum eg eisini til dagligt lesi stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum.
Eg flutti til Vága kommunu í fjør, og eg má viðganga, at hóast eg at byrja við longdist heilt illa eftir heimbýnum, so eri eg fallin sera væl til og í dag stórtrívist eg í Miðvági.
Eg stilli upp, tí at eg meti sjálvan hava nakað at bjóða borgarunum í Vága kommunu. Sum ungur meti eg, at eg væl kann seta meg inn í gerandisdagin hjá teimum ungu í kommununi og lyfta áhugamál teirra ungu fram í býráðnum.
Míni hjartamál fyri komandi valskeið eru:
- At umstøðurnar hjá lesandi og lærlingum í kommununi altíð verða hugsaðar inn í politisku ætlanirnar hjá býráðnum
- At Vága kommuna í nógv størri mun rættir íverksetarum eina hjálpandi hond við t.d. at veita skrivstovur, ráðgeving og fíggjarligan stuðul.
- At kommunan í samstarvi við Bústaðir fer undir at gera leigubústaðir og evt. eisini lestrarbústaðir, soleiðis at ung og barnafamiljur hava betri møguleika at seta búgv í kommununi
At gera íløgur í ungdómin í kommununi er at gera íløgur í framtíðina, og hvør betri til at tala sak teirra ungu í býráðnum, enn júst ein ungur?
Eg vil heita tykkum øll at fara á val týsdagin og velja Trivnaðarlistan. Vit hava ein góðan lista og eina realistiska valskrá.
Trivnaður er lykilin til vøkstur og vælferð ??? og vit tryggja trivnaðin í kommununi.
Gott val!
Tór Marni Weihe
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald