Politikkur

Lat okkum avtaka fólkatingssessirnar

...

2016-08-08 06:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tann 29. juli vísti tað seg, at danir als ikki vistu, hvussu Merkið sá út. Pínligani mátti eitt heilt nýtt flagg, ið eingin kennist við, takast niður, og Merkið reisast.

Fáar dagar seinni hoyra vit, at danir siga korta nei til eitt føroyskt váðaráð ??? eitt ráð, sum saman við landsbankanum kundi styrkt okkum og fyribyrgt fíggjarligum kreppum.

Tá var kúrt í sambandsreiðrinum. Hjá teimum var líkamikið, at tað veruliga kundi hjálpt føroyska samfelagnum at fingið eitt váðaráð. Hevur søgan ikki væl og virðiliga prógvað, hvussu tað gongur, tá vit við bindi fyri eygunum hava fult álit á, hvussu donsku myndugleikarnir spáa um føroysku bankarnar?

Okkurt máttu miklu afturhaldsfólkini tó siga ??? og best var at leggja eftir fólkatingssessunum og floksstuðlinum hjá Tjóðveldi. Sambandsflokkurin er enn illur um, at føroyska fólkið valdi Tjóðveldi til fólkatingsvalið. Tí vil flokkurin nú, at Tjóðveldi ikki skal fáa stuðul fyri hart arbeiði. Sambandið hevur funnið útav, at argumentini hjá teimum, um føroyingar ikki megna nakað sjálvir, ikki hava afturljóð í samfelagnum. Tá argumentini so ikki vinna frama, so er betur at leggja eftir flokkinum, sum klárar seg best.

Alt í lagi við tí, men lat okkum gera tað greitt, at niðurstøðan átti at verið ein heilt onnur - Føroysku fólkatingssessirnir skulu avtakast, og tað ongantíð ov skjótt!

Tað líkist ongum, at føroyingar í Fólkatinginum kunnu avgera, hvør verður næsti forsætismálaráðharri í Danmark. Somuleiðis er tað heilt burtur við, at Fólkatingið viðger okkara lógir og føroysk mál. Tað eru føroyingar, ið bestir eru at smíða føroyskar lógir.

Alt vald skal á føroyskar hendur, og lat okkum tí avtaka føroysku fólkatingssessirnar og taka fult vald yvir egnum landi. Vit skulu ikki hava avgerðarrætt í fólkatinginum, og danir skulu ikki av evsta avgerðarrætt í Føroyum.

Vegna Unga Tjóðveldið
Elsa Berg, forkvinna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder