Politikkur

Lat hini bara tosa ??? øll vita at Fólkaflokkurin fremur loysnir

...

2015-09-01 04:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinastu mongu árini hevur Fólkaflokkurin í verki víst, at hann megnar at fremja í verki tað, sum aðrir flokkar tosa um, men uttan at røkka úrslitum.

Seinastu valskeiðini høvdu nógvir ymiskir flokkar og politikarar tosa um ymiskar loysnir fyri at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, men felags fyri allar hesar royndir var, at eingin teirra bar á mál.
Men øll minnast, hvat hendi, tá ið Fólkaflokkurin fekk málsøkið undir hond. Við sera góðum hegni og politiskur handalag fekk Fólkaflokkurin loyst hetta málið saman við sínum samstarvsflokkum, við tí úrsliti at báðir hesir undirsjóvartunlar nú verða fyrireikaðir, og skjótt verður farið undir sjálvt arbeiðið at bora hesar tunlar ígjøgnum.
Áðrenn seinasta løgtingsval var tørvur á serligum átøkum fyri at skapa fortreytir fyri vøkstri av okkara búskapi ??? at skapa framburð. Kortini tosaði eingin annar flokkur enn Fólkaflokkurin um ítøkiligar skattalækkingar fyri at skapa vøkstur.
Men øll minnast, hvat so hendi: Fólkaflokkurin fekk stuðul veljarans og álit frá sínum samstarvsflokkum, og sjálvandi helt flokkurin síni lyfti til veljaran. Skattalættin, sum varð gjøgnumførdur beinanvegin eftir valið, hevur bjargað búskapinum hjá mongum hart arbeiðandi familjum, soleiðis at tær í dag klára seg munandi betur enn frammanundan.
Tá ið Fólkaflokkurin gjøgnumførdi hendan skattalættan, var nógvur gangur og mótmæli at hoyra, men í dag hava allir hesir somu flokkar ásannað neyðugleikan av skattalættanum, tí hann var so neyðugur, og hann hevur skapt ómetaligan vøkstur og betri trivnað til nógvar familjur.
??ll vita at Fólkaflokkurin heldur tað, hann lovar, eisini hesaferð.
So lat hini bara tosa ??? Fólkaflokkurin hevur loysnirnar og hann megnar at gera tær vil veruleika.
Vel tí ein sterkan Fólkaflokk á ting
Jákup Mikkelsen
Valevni Fólkafloksins???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder