JN

Lastbilur í ferðsluóhappi á Ringvegnum í Havn

...

2015-01-20 23:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Um hálvgum fýra tíðina í dag fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein lastbilur og ein persónbilur høvdu stoytt saman á Ringvegnum í Havn.
Enn er óvist um nakar er komin til skaðar, men grannar siga, at fleiri sjúkrabilar vóru á staðnum, tað skrivar portal.fo.
Ferðsluóhappið hendi tætt við Norðurlandahúsið, har sum Áargeil og Ringvegurin møtast. Enn er óvist hvat orsøkin var til óhappið.
Lastbilurin er farin útav vegnum og liggur nú á liðuni á parkeringsøkinum hjá einum tvíhúsum undir Ringvegnum, sí fleiri myndir á portal.fo her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder