2015-11-29 21:46
Lastbilafyritøkan KJO - hjá Kristian Olsen í Sørvági byggir eina høll á Hálsi í Sørvági, høllin er 600 fermetrar til víddar og skal ruma virkseminum hjá KJO, umframt at ein partur av høllini verður leiðaður út.
Sum 24-ára gamal fór Kristian Olsen at reka virksemið við lastbilum, tað hevur hann nú gjørt í heili 31 ár.
KJO eigur í løtuni 5 bilar og 11 vognar.
Mesta arbeiðið hjá KJO í løtuni er laksaflutningur fyri Hiddenfjord.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald