Ítróttur

Lars úttikið hópin til dystin móti Rumenia

...

2015-03-16 02:13 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF.fo skrivar: Lars Olsen hevur sett navn á teir 21 leikararnar, ið eru úttiknir til dystin ímóti Rumenia, sum verður á útivølli sunnudagin 29. mars.

Á tíðindafundi í FSF-húsinum sunnukvøldið setti Lars Olsen, landsliðsvenjari navn á teir 21 leikararnir, ið eru úttiknir til EM-undankappingardystin ímóti Rumenia, sum verður á Ilie Oana Stadion í Ploiseti í Rumenia sunnudagin 29. mars klokkan 17:00 føroyska tíð.

Tvær broytingar eru framdar í føroyska hópinum síðani sigurin ímóti Grikkalandi í november í fjør. Hallur Hansson, ið hevur leikbann og Hanus Jacobsen eru ikki við í hópinum hesaferð. Í staðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir Bárði Hansen úr Víkingi og Jóhan Troest Davidsen úr HB.

Teir 21, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesir:

Gunnar Nielsen
Teitur M. Gestsson, HB
Tórður Thomsen, B36
Jónas ??ór Næs, B36
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Atli Gregersen, Víkingur
Sonni Ragnar Nattestad, Vejle BK (DEN)
Odmar Færø, B36
Jóhan Troest Davidsen, HB
Báður Hansen, Víkingur
Fróði Benjaminsen, HB
Gilli Sørensen, AaB ??lborg (DEN)
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Róaldur Jakobsen, B36
Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger FK (NOR)
Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager (DEN)
Brandur H. Olsen, FC København (DEN)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Arnbjørn Hansen, HB
Jóan Símun Edmundsson, Vejle BK (DEN)

Sum fyrireiking til dystin ímóti rumenum, fer føroyska liðið á stutta venjingarlegu í Farum í Danmark, áðrenn leiðin gongur til Rumenia.











Myndir: Hans Erik Danielsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder