Ítróttur

Lars stóra virðing fyri Andorra

...

2017-03-25 11:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

- Andorra er heilt greitt eitt lið, ið kemur at geva okkum mótstøðu, og eg havi stóra virðing fyri teimum. Teir hava havt tað trupult á útivølli, men á heimavølli hava teir veruliga bitið frá sær, segði Lars Olsen millum annað á tíðindafundinum á Estadio Nacional leikvøllinum.

Føroyska liðið kom til Andorra la Vella, sum høvuðsstaðurin í Andorra eitur, seint týsdagin, og síðani hevur liðið havt tríggjar góðar venjingar. Og sjálvt um sjúka hevur darvað eitt sindur, so eru allir blivnir klárir til fimta dystin í hesari undankappingini.

- Ímóti Lettlandi spældu teir (red. Andorra) væl, og taptu bara við einum máli. Men vit hava eisini spælt nakrar góðar dystir í seinastuni, sum hevur givið okkum sjálvsálit, og um vit taka sjálvsálitið við okkum á vøllin leygardagin, so trúgvi eg uppá trý stig til Føroyar, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari.

FLEIRI MYNDIR KUNNU SÍGGJAST HER!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder