JN

Lars: Sonni Ragnar byrjar inni

...

2015-09-03 22:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF hevði bjóða pressuni á tíðindafund seinnapartin í dag, til upptakt til landsdystin millum Føroya og Norður Írland í morgin. Umboð fyri føroyska landsliðið vóru Lars Olsen, landsliðsvenjari og Sonni Ragnar Nattestad.

Sonni Ragnar hevur einki felag í løtuni, og tað er helst ein av orsøkinum til at júst hann var á fundinum, saman við Lars.

Lars segði, at landsliðið hevði havt nakrar góðar venjingar síðani liðið kom saman mánadag. Víðari segði Lars, at einasta navni hann kundi siga byrjaði inni var Sonni Ragnar. Lars vildi ikki seta nøvn á hini plássini, men segði, at tað verða ikki nakrar stórar broytingar á hinum plássinum. Men í verjuni, verða nakrar broytingar, av tí at Atli Gregersen hevur reytt kort, og Viljormur Davidsen hevur skaða.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder