FSF: Sunnukvøldið klokkan 20:00 verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum. Tá fer Lars Olsen, landsliðsvernjari, at kunngera føroyska hópin til dystirnar ímóti Norðurírlandi og Finnlandi
Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum sunnukvøld klokkan 20:00.
24 spælarar verða úttiknir til dystirnar. Tó er greitt, at hesir verða á listanum, tá endaligi hópurin verður kunngjørdur:
Gunnar Nielsen, Stjarnan (ICE)
Bárður Hansen, Víkingur
Odmar Færø, B36 Tórshavn
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík
Fróði Benjaminsen, HB Tórshavn
Hallur Hansson, Vendsyssel (DEN)
Róaldur Jakobsen, B36 Tórshavn
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Brandur Hendriksson, FC København (DEN)
Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager (DEN)
Fyrireikingarnar til dystirnar ímóti Norðurírlandi og Finnlandi byrja av álvara mánadagin 31. august, og fram til dystin ímóti norðurírum venur A-landsliðið á Tórsvølli fyrrapartin klokkan 10:00.
EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Norðurírland verður á Tórsvølli fríggjadagin 4. september, klokkan 19:45. Og tríggjar dagar seinni, mánadagin 7. september, spælir føroyska landsliðið á útivølli ímóti Finnlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald