Ítróttur

Lars Olsen úttekur hópin mánadagin

...

2017-08-18 13:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Komandi mánadag fer Lars Olsen at úttaka føroyska hópin, sum 31. august og 3. september skal spæla ímóti ávikavist Portugal og Andorra.

Fyrireikingarnar hjá føroyska landsliðnum eru eisini so smátt farnar í gongd, og mánadagin 21. august fer Lars Olsen, landsliðsvenjari, at kunngera hópin til dystin ímóti Portugal og Andorra.

Men longu nú er greitt, at Gunnar Nielsen, Jónas Tór Næs, Kaj Leo í Bartalsstovu, Rene Shaki Joensen, Gilli Rólantsson Sørensen, Viljormur Davidsen og Jóan Símun Edmundsson verða ímillum teir 23, sum hesaferð fara at fáa landsliðsboð.

Í samband við úttøkuna verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin 21. august klokkan 10:00.

Atgongumerkjasølan til HM-undankappingardystin ímóti Andorra, sum verður á Tórsvølli sunnudagin 3. september klokkan 17:00 hevur gingið væl, og líkt er til, at tað verður fullsett kring vøllin.

Tó eru framvegis nøkur atgongumerkir eftir, og í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF ber til at ogna sær atgongumerki til dystin ímóti Andorra, og til landsdystin ímóti Lettlandi, sum verður 7. oktober.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder