FSF: Mánamorgunin klokkan 9 verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum, har Lars Olsen fer at kunngerða føroyska hópin ímóti Grikkalandi.
Í hesum sambandi fer Lars Olsen, landsliðsvenjari at skipa fyri tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin 1. juni klokkan 09:00. Á fundinum fer landsliðsvenjarin at kunngera hópin til dystin ímóti Grikkalandi.
23 spælarar verða úttiknir til dystin. Tó er greitt, at hesir verða á listanum, tá endaligi hópurin verður kunngjørdur:
Gunnar Nielsen, Stjarnan (ICE)
Tórður Thomsen, B36 Tórshavn
Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn
Atli Gregersen, Víkingur
Sonni Ragnar Nattestad, Vejle BK (DEN)
Odmar Færø, B36 Tórshavn
Gilli Sørensen, AaB ??lborg (DEN)
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík
Róaldur Jakobsen, B36 Tórshavn
Kaj Leo í Barstalstovu, Levanger (NOR)
Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager (DEN)
Brandur H. Olsen, FC København (DEN)
Hallur Hansson, Vendsyssel (DEN)
Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík
Jóan Símun Edmundsson, Vejle BK (DEN)
Atgongumerki til dystin, ið einans kosta 100 krónur, kunnu keypast á heimasíðuni hjá FSF. Higartil hevur atgongumerkjasølan gingið væl, og í løtuni eru bara umleið 1.000 atgongumerkir eftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald