Ítróttur

Lars Olsen longt til 2020 - video

...

2015-05-21 17:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Fótbóltssamband Føroya hevur í morgun gjørt nýggja fýra ára avtalu við Lars Olsen.

Eftir tvey ár í starvinum sum venjari hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum, gleðir Lars Olsen seg at halda fram í fýra ár afturat.


- Eg vildi treyðugt sleppa endanum nú. Nú havi eg møguleikan at vera við til at menna føroyskan fótbólt næstu tvær undankappingarnar ??? og vónandi eitt endaspæl, sigur Lars Olsen

- Landsliðið hevur havt ein sera positivan trend við Lars Olsen sum venjara. Liðið hevur ongantíð spælt so góðan fótbólt sum nú, og áhugin fyri føroyska landsliðnum er veruliga tendraður aftur. Tí var tað eisini ein løtt avgerð at leingja samstarvið við Lars.

Soleiðis sigur Christian F. Andreasen, forseti í FSF, eftir at nýggj fýra ára avtala er gjørd við Lars Olsen, landsliðsvenjara. Forsetin miðar høgt, og hann er vísur í, at Lars Olsen er rætti maðurin at føra flaggskipið víðari.

- Eg segði eftir sigurin í Grikkalandi, at vit eiga at seta okkum sum mál, at vit luttaka í EM-endaspælinum í 2020. Hetta kann sjálvandi tykjast ógjørligt fyri eitt landslið, ið søguliga hevur ligið aftarliga í undankappingunum. Eg havi stórt alit á Lars Olsen og okkara landsliði, sum ongantíð hevur verið betri. Nýggja Nations League hjá UEFA fer eisini av bakkastokki í 2018, og henda kappingin fer at gera tað lættari hjá smærru tjóðunum at leika seg víðari í endakappingina.

Lars Olsen minnist aftur á fyrstu samrøðuna við Christian F. Andreasen, og hvussu tað kom í lag, at hann gjørdist føroyskur landsliðsvenjari.

- Eg má vera ærligur og viðganga, at eg kendi lítið til føroyskan fótbólt, tá Christian Andreasen fyrstu ferð ringdi til mín um landsliðsvenjarastarvið í 2011. Sjálvandi kendi eg Toda, Jákup og aðrar føroyskar leikarar úr donsku kappingini, og eg spældi jú eisini móti Jóannes og føroyska landsliðnum í 1990 og 1991, men burtursæð frá tí, var vitanin lítil. Christian seldi tó FSF og visjónina fyri føroyska landsliðið ógvuliga væl. Avbjóðingin at standa á odda fyri føroyska landsliðnum og skapa úrslit við tí avmarkaða tilfeingi, vit hava, var ov spennandi at siga nei takk til, so eg var skjótur at taka av og leyp í tað.

- Hesi fýra árini, eg havi verið landsliðsvenjari, hava lært meg ótrúliga nógv. Føroyski viljin kann flyta fjøll og okkara leikarar spæla fult upp ímóti útlendsku heimsstjørnunum, hóast okkara ikki eru fulltíðar leikarar. Leikliga hava vit hesi árini lagt dent á at tora at halda uppá bóltin á vøllinum, samstundis sum vit at royna at skapa nakrar møguleikar frameftir vøllinum. Eg trúgvi, at hetta liðið kann skapa úrslit. Fleiri sera evnaríkir leikarar eru á ymisku ungdómslandsliðunum, og tí eru fyritreytirnar fyri góðum úrslitum nú og næstu árini avgjørt til staðar. Um tað so røkkur til eitt endaspæl, má tíðin vísa, sigur Lars Olsen

Nýggja avtalan millum FSF og Lars Olsen er galdandi til EM kappingina 2020.

Í FSF Varpinum er samrøða við føroyska landsliðsvenjari, beint eftir at sáttmálin var undirskrivaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder