Ítróttur

Lars og Fróði valdu Zlatan og Ronaldo

...

2014-01-15 04:19 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Føroysku umboðini í samband við Ballon d???Or, Lars Olsen og Fróði Benjaminsen, atkvøddu ávikavist fyri Zlatan Ibrahimovic og Cristiano Ronaldo

Mánadagin gjørdist greitt, at stóra stjørnan í Real Madrid og á portugisiska landsliðnum, Cristiano Ronaldo, er kosin heimsins besti fótbóltsleikari í 2013.


Tað er altjóða fótbóltssamgongan FIFA, í samstarvi við franska blaðið, France Football, ið skipar fyri atkvøðugreiðsluni.

Tað eru allir landsliðsvenjarar og ???liðskiparar, ið luttaka í atkvøðugreiðsluni. Fyri Føroyar vóru tað sostatt Lars Olsen, landsliðsvenjari, og Fróði Benjaminsen, liðskipari á føroyska A-landsliðnum, ið atkvøddu. Og tað skuldi vísa seg at føroysku umboðini ikki vóru heilt samd um hvør var besti fótbóltsleikari í 2013.

Veljast skuldi ímillum 10 leikarar, har tann besta fekk 5 stig, næsti 3 stig, og tann triðja fekk 1 stig. Lars Olsen valdi Zlatan Ibrahimovic sum nummar 1, Cristiano Ronaldo nummar 2 og Lionel Messi á 3. plássi. Hinvegin atkvøddi føroyski liðskiparin Cristiano Ronaldo sum nummar eitt, Franck Ribery nummar tvey, og á triðja plássi valdi Fróði Benjaminsen Lionel Messi, ið hevur vunnið hendan heiður seinastu fýra árini.

Endaliga úrslitið gjørdist, at Cristiano Ronaldo varð valdur til heimsins besta fótbóltsleikara 2013. Nummar 2 gjørdist Lionel Messi úr FC Barcelona, og á triðja plássi endaði fransmaðurin í Bayern Munchen, Franck Ribery.

Cristiano Ronaldo, ið sjálvur er liðskipari hjá Portugal, setti sínar atkvøður á Radamel Falcao, Gareth Bale og Mesut ??zil.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder