FSF: Seinasta hond verður nú løgd á fyrireikingarnar til HM-undankappingardystin ímóti Ungarn. Eftir venjingina leygardagin fekk FSF Varpið orðið á Lars Olsen, Hallur Hansson og Viljormur Davidsen.
Týsdagin klokkan 19:45 skal A-landsliðið við monnum í eldin aftur, tá ungarar aftur vitja á Tórsvølli. Í seinastu undankapping spældu Føroyar tvær ferðir ímóti Ungarn, og báðu ferðirnar endaði við teprum sigri til ungarar, sum í summar spældu seg heilt til áttandapartsfinaluna í EM-endaspælinum.
Tað er tí einki at ivast í, at tað verður ein stór avbjóðing, sum bíðar okkara landsliði týsdagin. Men kortini eru venjari og spælarar við gott mót, og trúgva veruliga uppá, at vit aftur hesaferð kunnu geva Ungarn ein skarpan gang, og vónandi fáa stig - helst øll trý.
Eftir venjingina leygardagin fekk FSF Varpið orðið á Lars Olsen, landsliðsvenjara, Hallur Hansson og Viljormur Davidsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald