Ítróttur

Lars: Andorra ikki ein løtt uppgáva

...

2017-09-02 21:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Sørvágur er í løtuni karmur um fyrireikingarnar hjá landsliðnum undan dystinum móti Andorra, sum sambært venjaranum, Lars Olsen, als ikki verður nøkur løtt uppgáva.

Sunnudagin klokkan 17:00 spælir føroyska A-landsliðið seinna dystin ímóti Andorra í undankappingini til HM 2018. Av tí at plásstrot er á Hotel Føroyum, býr landsliðið hesar dagarnar á Hotel Vágum, meðan venjingarnar fara fram á vøllinum á Dungasandi í Sørvági.

Aftaná seinnu venjingina á Dungasandi fekk FSF Varpið orðið á landsliðsvenjaran, Lars Olsen, og hann letur væl at umstøðunum í Vágum.

- Hetta er ein fínur vøllur, og so ger tað heldur einki um vit koma eitt sindur út um Havnina við landsliðnum. Spælararnir fáa eisini meir hvíld, við at venja her vesturi, í mun til at hava venjingarnar á Tórsvølli, sigur Lars Olsen.

Nøkur atgongumerkir eru eftir til dystin ímóti Andorra, og tey fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

??ll samrøðan við Lars Olsen kann síggjast her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder