Mentan

Langi fríggjadagur

...

2015-04-03 15:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hvør trúði tí, sum okkum varð boðað, og hvørjum varð armur Harrans opinberaður?

Hann rann upp eins og kvistur fyri ásjón hans og sum rótarskot úr turrari jørð. Hann var hvørki fagur ella glæsiligur, so at tað kundi vera hugaligt hjá okkum á at líta, og ikki ásýniligur, so at vit kundu hava hugnað í honum.

Vanvirdur var hann, skýggjaður av fólki, harmamaður, royndur í sjúkdómum, líkur manni, sum tey krógva andlit sítt fyri, vanvirdur, og vit mettu hann fyri einki, men tó, - várir sjúkdómar vóru tað, sum hann bar, og várar kvalir, sum hann legði á seg, vit hildu hann revsaðan, slignan av Guði og gjørdan neyðarsligan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder