2013-09-03 03:08
Vit hava forvitnast um langhylin í Vági, vit settu okkum í samband við Jón Bjarnason.
Tann 18. juli 2012 byrjaðu teir at grava út fyri langhylinum. Sjálv stoypingin byrjaði í januar í ár.
Jón sigur at tað gongur væl við langhylinum í Vági. Hylurin verður settur upp í viku 44, tá skal takið eisini vera komi á høllina.
Víðari sigur Jón Bjarnason, at í februar vóna tey, at svimjihøllin opnar fyri almennari svimjing. Tá er vónandi eisini alt komið uppá pláss við Wellness deplinum, sigur Jón.
Tá ið Jón var spurdur um, hvussu tey vóru nøgd við gongdina higartil, svaraði hann - Tað gongur betur enn vit høvdu droymt um.
Heimasíðan hjá langhylinum er http://www.svimjihollin.com/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald