2016-03-25 08:00

Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót. Allir vit viltust sum seyðir, hildu hvør sína leið; men Harrin læt koma niður á hann ta skuld, sum lá á okkum øllum. Hann varð nívdur, men stillisliga bar han tað, og hann læt ikki upp munn sín eins og lamb, ið verður leitt at verða dripið, eins og seyður, ið er tigandi, tá ið teir royta hann; hann læt ikki upp munn sín. Frá trongd og dómi varð hann burtur tikin; men hvør av samtíðarmonnum hans hugsaði um tað, tá ið hann varð ryktur burtur úr landi teirra livandi, at hann fyri synda sakir fólks míns varð raktur?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald