Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur í dag sent Landsverki fleiri spurningar, sum hann vil hava stovnin at svara í sambandi við byggimálið fyri Glasir.
Endamálið við gjøgnumgongdini og svarunum upp á spurningarnar er í fyrstu atløgu at fáa eina mynd av leiklutinum hjá Landsverkið í samband við verkætlanina Glasir. Tá ið frágreiðingin er liðug, fer SMR at viðgera hana og at gera niðurstøður, um ella hvussu farast skal víðari við málinum, og møguliga meta nærri um, hvussu almennar byggiverkætlanir frameftir kunnu verða betri skipaðar og stýrdar.
Spurningarnir snúgva seg eitt nú um skipanarlig viðurskifti, verkætlanarleiðsluna hjá Landsverki, sáttmálaviðurskifti fyri verkætlanina fyri bæði ráðgevarar og arbeiðstakarar, fíggjarstýring, tíðarstýring, váðastýring, samskifti og kunning og annað, sum verður mett viðkomandi fyri málið.
Umframt svar uppá spurningarnar, verður Landsverk eisini biðið um at at seta upp eina dagførda kostnaðarmeting, við upprunakostnaði og frávikum, fyri mest týðandi postarnar.
Svarfreistin er mikudagin 12. desember.
Allir spurningar kunnu síggjast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald