JN

Landsverk sett deyðsfellu upp norðan fyri Sandavág

...

2015-11-05 15:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í summar hevur Landsverk sett autoverju upp norðanfyri Sandavág. Autoverjan er gjørd sum framhald av gomlu autoverjuni, soleiðis at autoverjan nærum er í einum, líka heim til grótbrotið í Sandavági.

Har sum bergið byrjar og autoverjan til í summar byrjaði, ganga tvey av stóru fylgjum hjá omanfyri liggjandi haga oman til vetrarbitið, tvs. umleið 70 seyðir. Í fyrrakvøldið, 3. november, vórðu tveir seyðir ákoyrdir, tíbetur hendi bara materiellur skaði umframt at seyðirnir doyðu, men soleiðis sum støðan er í løtuni, er bara ein spurningur um tíð, nær menniskjaskaði stendst av, at seyðurin er læstur á vegnum, tí seyðurin søkir vetrarbitið.At seta autoverjuna bert á niðaru siðu á vegnum, ger at ferðslutrygdin er munandi versnað, tí nú koma stór seyðafylgi, at hava sína gongd á vegnum, tí tey sleppa ikki av vegnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder