Mentan

Landsverk letur upp fyri Mentanarnáttini

...

2016-06-03 08:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

OPIÐ H??S: Eins og fleiri onnur arbeiðspláss í býnum letur Landsverk dyrnar upp undir Mentanarnáttini fríggjakvøldið 3. juni. ??ll eru væl komin at vitja stovnin og fáa ein kaffimunn millum klokkan 20 og 22, har framsýning er sett upp av størstu verkætlanunum undir landinum, sum eru í gerð í løtuni. Eisini verður høvi at síggja høvuðsskrivstovuna hjá stovninum.


??ll við áhuga fyri bygging og øðrum arbeiðsøkjum undir Landsverki hava nú møguleika fyri at vitja stovnin og millum annað fáa kunning um tær størstu verkætlanirnar undir landinum. Eitt nú Glasir, stóru útbyggingina av Landssjúkrahúsinum, og Viðareiðistunnilin.

Somuleiðis fáa gestirnr høvi at síggja bygningarnar á Tinghúsvegi 5, har Landsverk heldur til við síni høvuðsskrivstovu og starvsfólkunum har.

Landsverk hevur í sambandi við Mentanarnáttina sett upp eina framsýning, ið lýsir tríggjar tær størstu almennu verkætlanirnar hjá landinum, umframt part av øðrum virkisøkjum hjá stovninum. Opið verður millum klokkan 20 og 22, har fólk á stovninum taka ímóti og sýna fram høvuðsskrivstovuna fyri teimum, sum hava áhuga í hesum.

??ll eru hjartaliga væl komin at støkka inn á gólvið undir Mentanarnáttini í ásetta tíðarrúminum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder