JN

Landsverk greiðir frá orkusparing í almennum bygningum

...

2015-02-20 18:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 ORKUSTEVNA: Á orkustevnuni í Ítróttarhøllini á Hálsi í dag fara umboð fyri Landsverk at kunna um sonevndu ESCO-skipanina, ið snýr seg um orkusparing í almennum bygningum. Talan er um eina royndarverkætlan, sum fevnir um 10 bygningar.


Landsverk hevur valt at seta fokus á orkusparing. Í eini royndarverkætlan er stovnurin farin undir at seta orkusparandi tiltøk í verk í 10 bygningum. 

Verkætlanin verður skipað sum eitt alment-privat samstarv og hevur til endamáls at spara orku og harvið minka um oljunýtslu í almennum bygningum. 

ESCO-skipanin er ein altjóða arbeiðsleistur millum tað almenna og privata, sum hevur til endamáls at orkuumvæla eitt nú almennar bygningar.

Brennievni stendur í dag fyri einum stórum parti av innflutninginum til Føroya. Ein partur av hesum fer til at hita bygningar og framleiða el. Sostatt eru stórir møguleikar fyri sparingum við orkuumvæling av bygningum. 

Mett verður, at ESCO-leisturin bæði bøtir um samlaðu rakstrarstøðuna við at minka um orkunýtsluna, og somuleiðis er við til at lyfta bygningin upp á eitt hægri støði. Bæði í mun til rakstrarkostnað, byggitøkniliga góðsku og inniluft. Hetta er so aftur við til at økja um trivnaðin hjá starvsfólkum og brúkarum annars.

Klokkan 17 í dag fara Birita Wardum, arkitektur, og Christian Djurhuus, byggifrøðingur, sum bæði starvast á Byggideildini hjá Landsverki, at greiða frá endamálinum við royndarverkætlanini, og hvussu hendan verður sett í verk.  

Fakta
ESCO er stytting fyri ???Energy Service Company???, ið hevur sín uppruna í oljukreppuni fyrst í sjeytiárunum í USA. Oljuprísirnir, sum høvdu verið munandi lægri enn prísirnir á bjálving, fóru brádliga at hækka rættiliga nógv. Skipanin byrjaði tí sum ein roynd at minka um vaksandi oljukostnaðin. Við at nýta skipanina tryggjar ESCO-fyritøkan, at orkunýtslan verður skerd við einum sáttmálabundnum pronsentparti innan eitt ávíst tíðarskeið. Fyritøkan fíggjar sjálv alt arbeiðið, og øll sparing verður býtt millum partarnar eftir avtalu. Um sparingin er minni enn tað avtalaða, rindar ESCO-fyritøkan munin.

Hesar myndir niðanfyri eru frá básinum hjá Landsverki í Høllini á Hálsi.









Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder